Týskvøldið 27. august kl. 19:00 skipar Demokratia fyri valfundi í Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn. Evnið er vælferð, herundir heilsuverk og javnstøða, og valevni fyri flokkarnar luttaka.
Á fundinum verður eisini eitt kveikjandi innspæl frá Elisu Vang, samfelagsfrøðingi og stand up-komikara. Høvi verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini.
Orðstýrari er Liljan Weihe. Kaffi/te og køkur vera at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin. Valfundurin í Havn er seinasti av trimum valfundunum, sum Demokratia skipar fyri.