Val útskrivað í Avstralia

Í Avstralia hevur forsætisráðharrin, Julia Gillard, gjørt av at skriva út nýval til tjóðartingið, og valdagurin er ásettur til 21. august. -Í dag biði eg avstralska fólkið um myndugleika til at leiða landið frameftir, segði Julia Gillard á tíðindafundi, eftir at hon hevði biðið umboðsmannin hjá bretsku drotningini í Avstralia, Quentin Bryce, um loyvi til at skriva út val.

Sambært vallógini skal forsætisráðharrin biðja generalguvernørin um loyvi til at skriva út nýval, og tað er so hansara uppgáva at upploysa verandi ting.

Julia Gillard tók við sum forsætisráðharri fyri trimum vikum síðani, og hon er tann fyrsta kvinnan, sum hevur røkt tað embætið.