Vakrasti seyður finnast leygardagin

Stórur endabrestur av seyðasýningunum, sum hava verið kring landið, verður á Búnaðarstovuni frammi í Dali í Kollafirði leygardagin, tá seyðir úr øllum landinum verða sýndir av nýggjum.

Stóru seyðasýningarnar, sum hava verið kring landið seinastu vikurnar, enda við einum stórum tiltaki, har besti brundurin í Føroyum skal finnast.
Tað er Búnaðarstovan í Kollafirði, sum hevur tikið stig til tiltakið, men sambært Bjørn Patursson eru tankarnir komnir frá áhugaðum seyðamonnum í landinum.
- Vit hava havt nakrar fundir gjøgnum veturin, har vit líkasum hava lagt linjurnar. Eg plagi at taka til, at um ein dómari í Suðri dømir á sín egna hátt, ein í Klaksvík á ein annan og ein í Havn á ein triðja hátt, so hevði lítið skil verið á fótbóltinum, sigur Bjørn Patursson.
Talan er um einar 30 sýningarmenn úr øllum landinum, sum hava tikið segt saman í eitt slag felagsskapi, og við felags reglunum verður roynt at sýna so javnt sum gjørligt.
Tað hendi í fjør, at onkur seyður, sum fekk fyrstu virðisløn úti í økinum, púra var kolldømdur til endabrestin í Kollafirði, og tað er júst slíkt, sum menn vilja sleppa undan við nýgjørdu reglugerðini.
- Tað er sum so eingin vanlukka at slíkt hendir, tí vit skulu minnast til, at hetta er fyrstu ferð, at henda nýggja skipanin verður roynd. Og fyri at venda aftur til fótbóltin, so hendir tað jú meiri enn so, at ein dómari ger eitt mistak, sigur Bjørn Patursson.

Stórur áhugi
Hann fegnast annars um alsamt vaksandi áhugan, sum menn vísa seyðinum í Føroyum.
- Tað er at frøast um, og sum sagt er hetta fyrsta ferðin nýggja skipanin verður roynd. Vit hava jú eisini møguleikan at leggja okkum serligum tingum okkurt árið. Til dømis ullina. Vilja vit hava sprøklutan seyð, skal hann verða einslittur, skal ullin verða stutt ella long. Okkurt annað ár kunnu vit leggja oftir onkrum øðrum, møguleikarnir eru nógvir, sigur Bjørn Patursson.
Nýggi hátturin at sýna eftir merkir eisini, at sýnt verður eins allastaðni. Onkur hagi hevur kanska ikki gingið so høgt upp í til dømis hornini, men við nýggju reglunum er tað greið kolldøming, um tey vaksa skeivt.
Vaksandi áhugin hevur eitt nú ført til, at seyðurin á Sandoynni er munandi størri enn hann var í gomlum døgum.
- Spurningurin er so, um tað er rætt at standardisera seyðin í Føroyum. Tað er sjálvandi upp til seyðaeigarar sjálvar, og hóast sýningarnar nú verða gjørdar eftir einari reglugerð fyri alt landið, ber saktans til at hava ymiskan seyð, sigur Bjørn Patursson.

Ikki alt landið við
Enn er tilmeldingarfreistin ikki úti, so enn ber ikki til at siga nakað um, hvussu nógvir seyðir verða við til finaluna í Kollafirði, men onkur hevur roknað út, at um allir kvalifiseraðu seyðirnir verða við, verður talan um einar 80-90 seyðir.
- Men so nógvir verða ikki. Onkunstaðni hevur tað eisini verið trupulleiki við at finna kvalifiseraðar seyðir, og onkur øki í landinnum er sperrað av karantenu. Men roknast kann við einum 40-50 seyðum, metir Bjørn Patursson.
Sjálvt tiltakið fer fram soleiðis, at seyðurin kemur til Kollafirðar fríggjakvøldið, og síðani verður mát tikið av teimum. Sjálv sýningin verður so leygardagin.
Byrjað verður klokkan 10, tá seyðirnir so verða sýnaðir nakrir í senn. - Sýningarmenninir hava skipað soleiðis fyri, at ein verður valdur út at umboða tey sjey økini, sum landið er býtt upp í. Tað verða soleiðis sjey sýningarmenn til finaluna í Kollafirði, sigur Bjørn Patursson.
Tað verður sjálvandi møguleiki hjá fólki at hyggja at, meðan sýningin fer fram, og møguleiki verður eisini at keypa sær ein kaffimunn.
- Endabresturin verður so klokkan fýra, tá virðislønirnar verða handaðar til besta brundseyðin í Føroyum. Umframt tríggjar verðagjólingar, sum hava kvalifiserað seg, verða eisini ein vetur gamal og ein eldri enn vetur gamal veðrur við í kappingini, sigur Bjørn Patursson.