Vaknaði við pettum av tunguni á koddanum

Tann fyrsta juni í ár fór Ross Edgley í gongd við at svimja runt Stóra Bretland, ferðin byrjaði í Suður Onglandi frá Margate í Kent.

Ross Edgley er navnið á Bretanum, sum í løtuni nærkast endanum á sínum 2000 míl langa teini runt Stóra Bretland. Tann fyrsta juni í ár fór Ross Edgley í gongd við at svimja runt Stóra Bretland, ferðin byrjaði í Suður Onglandi frá Margate í Kent.

 

Eftir ætlan verður Ross Edgley aftur í Margate fjórða novembur, tað verður fyrstu fer hann er aftur á landi síðan hann, tann fyrsta juni í ár, byrjaði sína longu ferð runt Stóra Bretland. 

 

 

 

Ross Edgley hevur havt ein hendingarríkan túr, bæði við góðum og minni góðum upplivingum. Eitt nú, eftir fyrsta teinin á 100 míl, byrjaði tungan hjá Ross Edgley at detta av, hetta orsaka av øllum saltvatninum. Hann vaknaði umborð á bátinum, har hann helt pausu, við pettum av tunguni liggjandi á koddanum. Hóast hetta, valdi hann at halda fram við ferðini.

 

Eisini hevur hann uppliva eina konu koma svimjandi út til hansara við einari nýbakaðari køku á høvdinum, soleiðis at hann fekk okkurt til matna meðan hann svam.

 

 

 

Eftir fimm mánaðar á sjónum nærkast hann nú endanum á sínum teini, og væntar hansara fysioterapistur at tá Ross Edgley kemur aftur á land, má hann læra seg at ganga aftur. Hetta kemst av tí at Ross Edgley hevur brúkt stórsta partin av tíðini á sjónum og allar helst hevur mist beinagrind og muskul massu.

 

 

Tá Ross Edgley nærkast Margate, eru fleiri svimjarir boðnir við at svimja síðsta teinin inn á land við honum. Ross Edgley hevur sligið trý verðins met síðan hann byrjaði sína ferð fyri nærum 150 døgum síðan. 

 

Tað ber til at fylgja við ferðini hjá Ross Edgley her.