Hann vildi látast at ganga langt á loysingarleiðini saman við Tjóðveldisflokkinum ímóti, at hesin svølgdi nakrar borgarligar kamelar. Og tá íð so valið nærkaðist, skuldi flokkurin sleppa sær úr hesum óhóskandi paralagnum.
Ikki alt hevur gingið soleiðis. Løgmaður fekk ein varaløgman, sum var honum ov sterkur. Hesin hevur við síni fyrilitsleysu framferð og síni villleiðandi propaganda ofta roynt samanhaldið í samgonguni og enn hevur løgmaður givið eftir so at siga hvørja ferð. Í grein í føroysku bløðunum 23.09.99 skýrdi eg henda varaløgmann at vera fólkavillleiðara. Um eg tá hevði vitað tað, sum eg veit í dag, hevði eg verið noyddur at funnið mær eina stalinistiska synonymorðabók fyri at komið fram á eitt meira dekkanadi orð. Ótrúligt sum hesin varaløgmaður er sloppin at hóreiggja sær politiskt ? uttan avleiðingar.
Ein oyðimarkarkargongd í fullveldistoku í 3 ár og 10 mánar hevur gjørt, at millum lítið og einki er komið á skafti í løgtinginum hetta valskeiði. Meiningarkanningar hava latið løgmann vita, at hann og Fólkaflokkurin vóru á skeivari leið í fullveldismálinum, men hann vildi ikki taka avleiðingarnar og lata fólkið fortelja honum, hvat íð hann so átti at gjørt..
Sama við borgarliga politikkinum. Hann hevur verið illa vardur undir hesum landsstýrinum. Eingi initiativir ella nýhugsanir á nøkrum vinnuligum øki, bert umsiting. Og so nú eina útgjaring av tí aðru verð fram móti valinum.
Vit fara at arva eina fíggjarlóg, sum varð skerd við úti við 400 mió. kr. Og tá skuldi hon javnviga. Men hvat ger so samgongan við fólkaflokslógmanni á odda? Vælvitandi um alla ta útgjaring, sum skal fara fram um ein mána ella tveir aftaná, at fíggjarlógin er viðtikin, látast teir sum einki. Tað er næstan eingin endi á øllum íð skal býtast út, nú val er í hondum. Og alt skal fíggjast á eykafíggjarlógum, sum lætt kunnu skapa eitt hall, íð telist við 100 tals milliónum á roknskapinum fyri ár 2002. Hetta er ábyrgdarloysi og skilaleys framferð út um øll mørk.
Men nú sær so Fólkaflokkurin ? sum væntað ? út til at hava broytt kós. Bjarni Djurholm hevur við eini grein í Sosialinum 09.02.02. boðað frá broytta málinum. Hann hevur hugt upp um sambandsgarðin og sæð ta grønu eingina, har eisini nakrar av hansara fyrrverandi atkvøðum ganga Tær síggja út til at hava tað gott, har sum tær eru og soleingi Bjarni einki nýtt og einki betri hevur at bjóða teimum, vera tær helst verandi har.
Í veruleikanum fæst alt hetta, sum Bjarni hevur við í síni grein, á føroyska politiska marknaðinum frammanundan.
Við at lesa nýskipanaruppskotið og stevnuskránna hjá Sambandsflokkinum fær man m.a. at vita
?At Føroyar skulu vera ein ?sjálvstýrandi tjóð? og at hetta skal staðfestast í komandi broytingum av grundlógini. Tað ska eingin ivi vera um, at okkara heimastýri ikki kann takast aftur.
?Yvirtøkur kunnu fremjast, um vit bert gjalda so hvørt. Hetta er einki nýtt Heimastýrislógin, sum samgongan umsitur eftir í løtuni, leggur upp til hetta.
??Ein lagalig og varlig skipan, har eingi óráð verða tikin? skrivar Bjarni. Hetta hevur verið aðalmerki hjá Sambandsflokkinum til allar tíðir.
?Viðurskiftini millum Føroyar og Danmørk hava verið í tryggari legu, men her fór alt út av kós við tí konfrontatiónspolitikki, sum sum henda samgongan við Fólkaflokkinum á odda legði lunnar undir.
?Bjarni skrivar um eina skipan, sum ?fjøldin? av føroyingum tekur undir við. Eg giti, at hann hervið sipar til Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og so í minsta lagi helvtina av Fólkaflokkinum og tá eru vit helst nokso nógv.
Og so er væl bert eftir spurningurin um, hvat barnið skal eita. Skal tað ver ein heimastýrisskipan við onkrari smábroyting av grundlógini ella skal tað vera ein samveldisskipan við onkrari aðrari smábroyting av grundlógini. Ella ein klóning ? kanska ? Innihaldið í greinini er fyri tað mesta sum avrit av sambandshugsjónini, so tað kunnu vit skjótt semjast um.
At enda skrivar Bjarni: ?Vit mugu koma burtur úr naggatódnini. Nú er stundin komin, har vit í sátt og semju normalisera og fáa trygg, lagalig og skilagóð viðurskifti Føroyar og Danmarkar ímillum.? Einki sambandsfólk kundi formulera hetta betri.
So Bjarni, vælkomin aftur á leið, men lat atkvøðurnar hjá okkum vera í frið í sambandsgarðinum. Har hava tær tað best. Tær skulu nýtast eftir komandi væl til at føra sambandspolitikk við ? eisini tær vónbrotnu fólkafloksatkvøðurnar, sum eru komnar á dyr í valskeiðinum. Vit ætla at hjúgla um tær.
Kanska kann eg nerta við tykkara vánaligu samvitsku við at vísa til mína grein í føroysku bløðunum 22.10. 99 undir yvirskriftini Sambandsflokkurin ? Javnaðar-flokkurin ? Fólkaflokkurin.
Men vit kunnu náa tað enn.










