Væntar at færri verða í fátækraváða

Tølini, ið Hagstova Føroya hevur fyri 2016 verða klár í apríl ella mai komandi ár. Tey nýggjastu hagtølini, ið Hagstova Føroya hevur eru frá 2015, men Heri Petersen, fulltrúi í almannamálaráðnum, ið eisini samskipaði arbeiðsbólkin, sum í 2014 skrivaði álit um eitt føroyskt fátækramark heldur, at tá tølini fyri 2016 verða tøk, fara tað at vera nakrar færri barnafamiljur í fátækraváða.

 

 

Hetta tí at lutfalsliga stórur skattalætti varð latin lá- og miðalløntum í 2016, eins og aðrar stuðulsskipanir vórðu gjørdar betri. Fíggjarmálaráðið skrivar, at í krónum og oyrum merkir skattalættin, at allir borgarar, sum hava eina inntøku millum 190.000 og 380.000 krónur um árið, fingu ein lætta omanfyri 500 krónur um mánaðin. Skattgjaldarar við inntøku á 300.000 um árið – hetta verður vanliga roknað sum miðalinntøka í Føroyum – fingu mesta lættan í krónum, góðar 700 krónur um mánaðin. Eisini hava yvir 300 familjur bæði í fjør og í ár, fingið tað serliga familjuískoyti, sum Løgtingið hevur samtykt til barnafamiljur, sum eru so fátækar, at tær ikki klára seg uttan hetta serliga ískoyti. Familjuískoytið til stakar uppihaldarar við einum barni er 18.000 krónur um árið og 5.000 krónur fyri hvørt barnið afturat. Til pør við einum barni verða 22.000 krónur latnar um árið og so 5.000 krónur afturat fyri hvørt barnið. Fult ískoyti verður latið støkum, sum havaminni enn 200.000 krónur í inntøku um árið. Ískoytið lækkar stigvíst, so hvørt sum inntøkan hækkar.

 

 

– At ein familja fær 20.000 krónur í hondina ger nakað av muni, staðfestir Heri Petersen.

 

 

Hann heldur tó, at ov nógv fokus er á fátækraváðamarkið, sum í høvuðsheitum er eitt mát, sum kann brúkast til at stuðla undir politikkin á økinum, men tað er ikki altíð, at tólini, ið bøta um fátækraváðamarkið hjálpa so nógv uppá sosialu støðuna hjá tí einstøku familjuni. Til dømis nevnir hann, at eitt fíggjarligt ískoyti á 1000 krónur sjálvandi ger mun hjá einum við lítlari inntøku, men verða bústaðarmøguleikarnir betri og bíligari, so hevði tað gjørt størri sosialan mun – men betri bústaðarviðurskifti ella minni útreiðslur til bústað síggjast ikki aftur í hagtølum um fátækraváða. 

 

 

Les eisini: Ov nógv fokus á fátækraváðamarkið

 

 

–Tað bøtir ikki um stríðið móti fátækradømi at hava alment mark. Mátini kunnu brúkast at stuðla politikkinum, men kanningar á økinum høvdu verið meir eftirfarandi. Tað kann tó fyri nógv tykjast løgi at brúka pengar til kanningar, samstundis sum nógvar familjur ikki hava ráð at halda jól, staðfestir hann.

 


– Vit mugu fokusera meir á sosialu trupulleikarnar hjá teimum, sum eru í fátækraváða, sigur hann.