Jarðfrøðingar í Ný Sælandi ávara nú um, at ein harður jarðskjálvti kann koma í býnum Christchurch næsta ár.
Sambært jarðfrøðingunum er 15 prosent sannlíkindi fyri, at jarðskjálvtin verður millum 6,0 og 6,4 á Richerstiganum og 46 prosent sannlíkindi fyri, at hann verður millum 5,5 og 5,9 stig.
Ein harður jarðskjálvti var í Christchurch í februar. Hann var 6,3 á Richterstiganum og kravdi 181 mannalív. Harumframt gjørdi skjálvtin skaða fyri einar 20 milliardir ný sælendskar dollarar.