Føroya Reiðarafelag ger nú av álvara vart við sína misnøgd við fiskivunnusamstarvið ímillum Føroyingar og Norðmenn.
Í einum brævi, sum er sent til øll hugsandi fólk við ávirkan á viðurskiftini, gera teir nú vart við, at teir vóna, at norðmenn vísa størri samstarvsvilja, so at viðurskiftini millum Føroyar og Noreg kunnu batna aftur.
Brævið er bæði sent norska og danska uttanríkismálaráðnum, Føroya Løgmanni, føroyska og norska fiskimálaráðharranum, formanninum í Vinnunevnd Løgtingsins, formanninum og limum í norsku uttanlandsnevndini og øðrum.
Í brævinum ger reiðarafelagið vart við, at føroyingar eru sera fegnir um avtaluna ímillum Ísland og tey bæði strandalondini í Barentshavinum, Noreg og Russland
? Hendan avtalan bendir á, at eitt styrkt samstarv um fiskivinnuna í Norðuratlantshavi.
? Føroya Reiðarafelag hevur altíð viljað havt skipað viðurskifti og hevur stuðlað føroyska fiskivinnupolitikkinum í Barentshavinum.
? Síðani fiskimarkið varð útflutt, hevur hesin politikkurin verið bygdur á rammuavtalur við strandalondini og samstarvi við tí endamáli at tryggja føroyskum fiskimonnum greiðar avtalur og greiðar treytir fyri fiskiskapinum í Barentshavinum.
? Vit hava áhugamál í Barentshavinum og umframt tær kvotur, vit samráðast okkum fram til, hava vit eisini fiskað rættiliga nógv við Svaldbard í seksti og sjeytiárunum og hava tí søgulig eisini søgulig rættindi har.
? Vit hava eisini rættindi til rækjur við Svaldbard.
Reiðarafelagið ynskir Íslandi tillukku við avtaluni, sum má metast at verða eitt gott úrslit av arbeiðnum hjá dugnaligum samráðingarfólkum.
?Vit fara ikki at leggja okkum út í, hvørjar avtalur strandalondini í Barentshavinum gera.
? Men tað skerst ikki burtur, at hetta úrslitið verður samanborið við úrslitið av samráðingunum, helst ímillum føroyingar og norðmenn hesi seinastu árini.
? Vit hava jú eitt gott samstarv við norðmenn um atlantoskandisku, várgýtandi sildina og um súgdjórini í havinum og í fleiri fiskivinnunevndum.
?Grundleggjandi hava vit sama áhuga í fiskivinnupolitiskum málum sum íslendingar og norðmenn hava, tó at ósemja kann vera um ymisk býti.
Reiðarafelagið sigur, at tað hevur lagt merki til, at íslendingar hava fingið ein ávísan, fastan prosentpart av toska-TAC, umframt eitt fast hjáveiðiprsent.
? Vit høvdu eisini tað fatan, at føroyingar og norðmenn vóru samdir um, at okkara toskakvota í norskum sjógvi hækkaði, tá ið TAC hækkaði- vit hava altíð góðtikið, at hon lækkaði, tá ið TAC lækkaði.
? Men hesum hava norskir myndugleikar afturvíst seinastu árini. Norskir myndugleikar hava avgjørt víst aftur, at føroyska kvotan av sær sjálvum skuldi fylgja TAC- tá ið tað hækkaði - hetta er bara galdandi tá ið tað lækkar.
Mangla dirvi og rættvísiskenslu
Reiðarafelagið sigur, at umframt avtaluni um sínamillum fiskirættindi, hava føroyingar altíð viljað, at ein partur av fiskivinnuavtalunum ímillum Føroyar og Noreg skuldi vera, at okkara søguligu rættindi og onnur rættindi, við Svaldbard, verða staðfest.
? Vit hava eisini gjørt okkara til at fáa eina serstaka avtalu um sildina, uttan at tað ávirkaði avtaluna um sínamillum fiskirættindi.
Hvat rækjufiskiskapinum við Svaldbard viðvíkur, tóku føroyingar longu í 1984, sum fyrsta landið, undir við Noregi um at fáa skipað viðurskifti.
Í nýggju avtaluni millum Ísland, Noreg og Russland, eru íslendingar ikki bundnir av nøkrum sum helst reguleringum, hvat rækjufiskiskapinum við Svaldbard viðvíkur og kunnu tí fiska ótálmað ímeðan Noreg í fjør einvíst, uttan samráðingar av nøkrum sum helst slag, og uttan próvførslu, avmarkaði okkara fiskiskap næstan 50%.
Hóast væl undirbygd mótmæli, hava norskir myndugleikar enn ikki havt tað neyðuga dirvið og rættvísiskenslu til at viðurkenna okkara søguligu rættindi.
? Okkara fiskirættindi eftir botnfiski eru ásett eftir einum ávisum tíðarskeiði.
? Vit hava tó fleiri ár víst á og prógva, at norska útrokningargrundarlagið er skeivt. Hetta hava vit m.a prógvað við fiskidagbókum.
Dagbøkurnar vísa, at nógv størri partur av botnfiskinum, er fiskaður við Svaldbard enn higartil sagt.
? Men heldur ikki í hesum føri hava norskir myndugleikar havt tað neyðugu rættvísiskensluna til at viðurkenna okkara søguligu rættindi.
? Norskir myndugleikar hava púra avvíst at brúkt tey endurskoðau tølini, ikki tí, at prosentini eru farin eitt sindur upp, men meiri tí, at óttin fyri at byrjað at endurskoða tøl vigar tyngri enn at vísa føroyingum rættvísi.
? Hinvegin hava vit nú sæð, at í avtaluni við Ísland, hevur Noreg góðtikið, at endurskoðað tøl fyri fiskiskapin geva íslendingum ein fastan part av toskastovninum í økinum.
Reiðarafelagið sigur at enda, at vit mugu vænta, at sami vilji og sama smidligheit at finna loysnir, sum hevur eyðkent Noreg í hesum máli, eisini fer at vísa seg í samráðingum við føroyingar, so at vit aftur kunnu koma til tað dámligu samráðingarstøðu, sum fyrr var millum londini, sigur reiðarafelagið.