Vóna, at Katja Nyberg verður klár

Ì dag er stundin komin hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti at hevna OL-finalutapini ímóti SuðurKorea, sum liðnum var fyri í 1988, og í 1992. Ivi hevur verið um 28 ára gomlu Katju Nyberg, tí hon hevur stríðst við ein skaða síðani fjórðingsfinaluna ímóti Svøríki. Katja Nyberg væntar sjálv, at hon verður klár til dystin. Noreg hevur hart brúk fyri Katju Nyberg, sum við sínum nágreiniligu sendingum hevur lagt upp til mong mál hjá norska landsliðnum. Eisini er Katja Nyberg sterk í verjuni, og eru hondbóltsserfrøðingar í Noregi samdir um, at verður Nyberg við, so eru møguleikarnir hjá Noregi at vinna seg í OL-finaluna munandi øktir. Hálvfinalan millum Noreg og SuðurKorea byrjar kl. 11 føroyska tíð