Ferðavinna
Í dag var ein serligur dagur á Tvøroyri. Og tað var eisini ein serligur dagur fyri ferðavinnuna í Suðuroy
Tí í dag var fyrstu ferð -í hvussu so er í nýggjari tíð- at eitt fremmand ferðamannaskip legði at í Suðuroy.
Tað hendi tá ið týska ferðamannaskipið, Hanseatic, legði at bryggju á Tvøroyri klokkan átta í morgun.
Steðgurin var stuttur, tí longu á miðdegi varð loyst aftur og stevnt út av fjørðinum.
Nú hetta ferðamannaskipið hevur verið á Tvøroyri, er hetta fyrsta fruktin av einum arbeiði, sum tey á Tvøroyri fóru undir fyri fleiri árum síðani.
Tað eru mong ár síðani at Tvøroyrar Býráð og Tvøroyrar havn fóru undir at marknaðarføra býin fyri útlendskum ferðamannaskipum.
Í hesum sambandi hava umboð fyri Tvøroyrar Havn verið á ferðavinnustevnum uttanlanlands, har tey hava greitt frá umstøðunum á Tvøroyri.
Og nú hetta fyrsta skipið er komið, vóna vit, at hetta bara er byrjanin, sigur Chris Jan Michelsen, sum arbeiðir hjáTvøroyrar Havn.
- Nú hetta skipið kemur, verður okkara uppgáva at fáa tey at føla seg so vælkomnan á Tvøroyri, at tey fáa hug at koma aftur, leggur hann afturat.
Annars vita tey onki um, at onnur ferðamannaskip ætla at leggja leiðina inn á Tvøroyri.
Mjørki og føroyskur dansur
Hanseatic legði at við gomlu bryggjuna mitt í hjartanum á Tvøroyri.
- Men skal tað eydnast okkum at fáa fleiri tílík skip hendavegin, veldst alt um, antin tey halda, at vit hava nakað at bjóða ferðafólkunum, sigur Chris Jan Michelsen.
At Suðuroy í gjár so valdi at balla seg inn í allar svartasta mjørka, so at tað valla sást ímillum húsini, er ikki nakað, sum fyrireikararnir fáa gjørt so nóg við.
Men tað avmarkar í øllum førum møguleikarnar fyri teimum stórfingnastu nattúru-upplivilsunum, sum tað ber til at fáa í Suðuroy.
Út á fyrrapartin lýsnaði kortini og tað hjálpti heilt væl.
Men Suðuroyingar høvdu lagt seg í seðlarnar kortini.
Tá ið Hanseatic legði at bryggju í gjáramorguni, stóð hópurin av bussum fyri ferðafólkunum. Við bussunum gekk leiðin heilt til Sumbiar, har tey sluppu í Føroyskan dans við sumbingum.
Annars høvdu allir handlar á Tvøroyri fingið boð um vitjanina, so at tey høvdu høvið at lata upp, so at gestirnir fingu keypt okkurt heim við.
Samstundis hava handlarnir á Tvøroyri gjørt eitt býarkort, so at ferðafólkið veit, hvar hetta ymiska er á Tvøroyri.
Tvørafólk høvdu eisini latið kirkjuna og Fornminnissavnið upp og har var fólk at greiða frá.
Og at møguleiki skuldi verið fyri tí, er lítið at ivast í, tí ferðafólkið við Hanseatic eru væl fyri.
Skipið er smíðað í Finnlandi í 1993 og ætlanin við tí var, at tað skuldi vera tað, tey nevna eitt rannsóknar-ferðamannaskip, ella eitt ævintýr-ferðamannaskip.
Men tað skuldi eisini vera tað flottasta av sínum slagi í heiminum.
Og at umstøðurnar umborð eru nakað fyri seg, er onki at ivast í. Hanseatic tekur bara eini 190 ferðafólk.
Við á hesi ferðini eru 137 ferðafólk og tey hava eitt sjófólk í part at gnaga sær til handa, tí manningin telur heili 120 sjófólk.
Ferðafólkini eru fyri tað mesta úr Týsklandi, Eysturríki og Sveis.
Tað kom okkum fyri oyrað á Tvøroyri í morgun, at bíligastu ferðaseðlarnir kosta 2000 krónur um dagin.
Sigur óvanligar leiðir
At talan er um eitt rannsóknar-ferðamannaskip, ella eitt ævintýr-ferðamannaskip, hevur tann týdning, at skipið siglur fyri tað mesta á leiðum, har ferðafólkaskip vanliga ikki sigla.
Hanseatic er í hægsta ísklassa fyri ferðamannaskip og kann sigla allastaðni á pólleiðunum, bæði sunnanfyri og norðanfyri.
Og tað er eisini á teimum leiðunum, at tað siglur mest, men yvirhøvur verður siglt á óvanligum leiðum fyri ferðamannaskip, eitt nú ymsastaðni í Noregi, Grønlandi og Íslandi.
Hendan ferðin byrjaði í Kiel í Týsklandi tann 16. juli og gekk Føroya umvegis Noreg og Hetland.
Ùr Føroyum á miðdegi í gjár gekk leiðin til Íslands og víðari til Grønlands, har ferðin endar. Í Grønlandi kemur nýtt ferðalag umborð og tá verður stevnt víðari vestur um havn til Kanada.
Hanseatic er 122 metrar long og 18 metrar breið og 9.000 tons til støddar. Sostatt er hon eitt vet minni enn gamla Norrøna.
Tað er veteranurin í føroyskari ferðavinnu, Sigurð Simonsen, sum umboðar skipið í Føroyum.










