Tey seks vórðu tikin fyri átta árum síðani, tí libysku myndugleikarnir vildu vera við, at tey tilætlað høvdu smittað fleiri hundrað børn við eyðkvæmi. Í desember í fjør fall dómur ímóti teimum. Hóast øll noktaðu seg sek, vórðu øll seks dømd til deyða.
Kortini bendir ymiskt á, at tey sleppa úr fongslinum og úr Libya í næstum. ES og USA hava lagt stórt trýst á libysku myndugleikarnar fyri at fáa teir at lata tey seks leys. Týski uttanríkisráðharrin, Frank-Walter Steinmeier, og ES-kommiserurin Benita Ferrero-Waldner eru í Libya í hesum døgum, og í gjár høvdu tey fund við ein son Moammar Gaddafi, forseta um tey seks. Aftan á fundin segði Steinmeier, at málið verður loyst í næstum.
Libya hevur fyrr kravt at fáa 75 mió. krónur í endurgjaldi til hvørt húski, sum hevur eitt av teimum smittaðu børnunum, men ES vil ikki gjalda. Harafturímóti hevur ES boðið Libya at senda tey 426 smittaðu børnini til Evropa, so tey kunnu fáa viðgerð her.









