Vøllurin fær størstu skoluna

Hóast fólk vóru misnøgd um úrslitið móti Ísrael, so tykist tað vera vøllurin, sum fær størstu atfinninginar. - Taparalyndi og umberingar sigur Poul Michelsen. Men hann ásannar eisini, at vøllurin kundi verið betri, men tað er eitt ynski, sum tey ikki hava ráð til at uppfylla við fortreytunum, sum sáttmálin við FSF gevur

Tórsvøllur

Atfinningarnar um Tórsvøll hava havt stóra vindstyrki í ár. Undan dystinum hesaferð tosaðu landsliðsvenjararnir um, at neyðugt var at laga spælið til undirlagið, sum als ikki hóskaði seg til polerað fótbóltsspæl.
Líknandi orð vóru eisini at hoyra í sambandi við føroysku europa-cup uppgávurnar í ár, og verður hugt at undirlendinum, so er eisini greitt, at hetta er langt ífrá optimalt. Nakað sum eisini hevur viðført, at FSF í ár hevur verið umleið 50 ferðir á Svangaskarði til venjingar, meðan tilsvarandi talið á Tórsvølli bara er 10. Og undan dystinum móti Írlandi varð venjingin á vøllinum ta einu ferðina enntá flutt til Streymnes, tí venjararnir vildu spara vøllin til sjálvan dystin.

Taparalyndi
Poul Michelsen er formaður í Grunninum fyri Tórsvøll. Og hóast hann ásannar, at vøllurin kundi verið í betri standi, so tykist hann geva lítið fyri tær atfinningar, sum hava regna yvir framman undan váta og tunga vøllin.
- Persónliga haldi eg slettis ikki, at vøllurin er so vánaligur, sum hann verður gjørdur til. Sjálvandi finnast vøllir, sum eru betri, men í mínum hugaheimi er hendan diskussiónin púrasta burturvið, sigur Poul.
- Tú heldur fokus á vøllinum, heldur enn at halda fokus á uppgávuni, sum er at vinna dystin. Tað er ein partur av einum taparalyndi, tá tú soleiðis roynir at finna umberingar fyri tí, sum ikki gekk eftir vild. Kanska er næsta uppskotið, at Føroyar skulu byrja við einum handicap á tveimum málum?

Vánaligur gróður
Men hóast hann soleiðis hevur lítlan hug at taka lut í diskussiónini, so ásannar Poul, at grasið á Tórsvølli ikki hevur verið serliga gott í ár.
- Gróðurin í Føroyum er ofta sera trupul, og árið í ár hevur verið keðiligt í so máta. Eg kann nevna, at vánaligi gróðurin hevði við sær, at vit ikki slerdu grasið fyrstu ferð fyrr enn í juni mánaði, og tá var mógvur tíverri komin í.
Men aðra staðni sært tú, at fólk við servitan eru knýtt at slíkum vøllum. Hava tit roynt at funnið fram til orsøkina fyri hetta?
- Ja. Og vit hava eisini havt sama serfrøðingin, sum eitt nú Parkin í Danmark hevur. Enn er so ikki nøkur loysn komin, men í heyst fáa vit aftur vitjan av serfrøðingi, og so mugu vit vita, um hesin kann hjálpa til, soleiðis at sleppast kann undan hesum trupulleikanum komandi ár.

Discount-loysn
Stóri trupulleikin í hesum sigur Poul vera, at Grunurin fyri Tórsvøll ikki hevur fíggjarligu møguleikarnar at gera tað, sum vildi verið ynskiligt í verandi støðu.
- Tú hevur jú sæð uttanlands, at feløg bara skifta alt teppið, fyri at loysa trupulleikan. Tað kundi sjálvandi verið ein loysn, men hon kostar altso eina hálva millión, og tað eru pengar, sum vit ikki hava. Tú skalt hugsa um, at FSF einans rindar okkum góðar 300 tkr. um árið. Tað er ikki ein upphædd, sum strekkir serliga langt hjá hvørki okkum ella Svangaskarði.
Vilt tú við øðrum orðum siga, at FSF rindar ov lítið, og av tí sama fær eina discount-loysn?
- Tað kanst tú gott siga. Veruleikin er í øllum førum, at vit ikki kunnu fáa raksturin at hanga saman, um vit skulu gera meira enn tað sama. Eisini hóast nógv tann størsti parturin av arbeiðinum er sjálvboðið. Tí vit hava so sanniliga eisini aðrar útreiðslur. Og sammetir tú kostnaðin hjá FSF við tann hjá feløgunum, so kann eg upplýsa, at HB og B36 í ár hava goldið góðar 100 tkr. fyri nýtslu av vøllinum.
Vil tað siga, at FSF sleppur alt ov bíliga?
- Í øllum førum haldi eg, at tað kundi verið raðfest øðrvísi. Nú skal eg ikki blanda tingini saman, men tað kann gott irritera meg, tá mann samstundis sær FSF fara til Fraklands við einum ferðalagi upp á 15 mans. Tað kostar kanska tað sama, sum ársgjaldið til Tórsvøll ella Svangaskarð. Og tað haldi eg sigur nakað um, hvussu FSF raðfestir sínar útreiðslur.
Sáttmálin millum FSF og Tórsvøll er galdandi í tvey ár afturat.