Í kanningini, sum Ugebrevet A4 hevur staðið fyri, vísir tað seg, at útbúgvingar sum tannrøktari, bankafólk ella laborantur hava hægri status millum fólk enn t.d. lærari, pedagogur ella sosialráðgevari. Hetta órógvar politikarar og serfrøðingar, tí tað er ikki bara ein trupulleiki fyri einstaka læraran, pedagogin ella heimarøktaran, men eisini ein samfelagstrupulleiki, av tí, at tað kann gerast trupult at útvega nýggj fólk til hesi størvini. Tørvur er á arbeiðsmegi í nevndu vinnum frammanundan og triðja hvørt alment starvsfólk er farið um tey 50. Útrokningar benda á, at 220.000 fólk fara at vanta í almennum størvum yvir tey næstu 10 árini.
Lærarar lægst í metum
Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini, www.javnratt.fo, stendur, at tað vísir seg, at sjúkrasystrar kortini hava rímiliga høgan status, sum enntá er hækkandi. Sambært sjúkrasystrunum sjálvum kemst hetta av, at tær í nógv ár hava satsað miðvíst uppá at hækka professionalismuna, og at tær eru sjónligar og aggressivar í almenna kjakinum. Ringast stendur til hjá lærarunum har 56% halda, at lærararnir hava mist prestigu seinastu árini.
Virðingin skal koma úr erva
Formaðurin í danska pedagogfelagnum, BUPL, Henning Pedersen, sigur, at ein greiður samanhangur er millum lágu prestiguna og at versnaðu umstøðurnar innan starvsøkini seinastu árini.
»Vit mugu staðfesta, at okkara starvsøki ikki hevur verið raðfest í samfelagnum. Hetta kemur serliga til sjóndar í lønarlagnum og í arbeiðsumstøðunum sum heild,« sigur Henning Pedersen.
Og hann øvundar sjúkrasystrarnar, sum hóast lága løn og kritiskt fokus á sjúkrahúsunum, njóta miðal, høga ella sera høga prestigu hjá 87 prosent av fólkinum og omaná alt er virðingin hækkandi.
Í BUPL arbeiða tey miðvíst við at bøta um fakliga profilin, men í roynd og veru meinar formaðurin, at virðingin fyri pedagogum og hinum starvsbólkunum, sum arbeiða innan umsorganarøkið, skal koma úr erva.
»So leingi sum virðingin fyri umsorganarøkinum ikki verður raðfest hægri, fer økið at hava lága prestigu. Og so leingi, sum tey eru lágt í metum, er ongin áhugi fyri teimum politiskt. Og tá er torført at ímynda sær, at tað ber til at betra um góðskuna og at menna vælferðarskipanirnar,« sigur Henning Pedersen.
Vánaligastu skoðsmálini fáa skúlalærarar og kunnu teir eisini vænta sær størstu minkingina í virðing. Ein meiriluti á 56 prosent av fólkinum heldur, at lærarar hava mist prestigu seinastu árini. Men tað kunnu lærararnir gera nógv fyri at bøta um, heldur formaðurin fyri løn- og starvsfólkanevndirnar hjá kommununum, Mads Lebech (K):»Eg ivist ikki í at skúlalærarar fáa hægri virðing, um fólkið kennir á sær, at teir geva tað, sum verður væntað av teimum: Hægri fakligt støði og betri PISA-úrslit. Vit skulu eisini gera nakað við arbeiðstíðina hjá fólkaskúlalærarum og gera starvið meira liðiligt, so lærarar fáa fleiri pulstímar,« sigur hann.