Vælbjargað skulu rinda fyri at fara til lækna

Í framtíðina er tað als ikki ósannlíkt, at brúkaragjald verður lagt á summar heilsutænastur í Føroyum.

Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Men hann staðfestir eisini, at tað verður ikki talan um, at øll skulu rinda líka nógv fyri heilsutænastur.

- Tað, sum talan kann verða um, er, at fólk við góðari løn, skulu rinda meiri fyri ymsar heilsutænastur enn fólk við lágari løn.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Løgtingið hevur álagt heilsumálaráðnum stórar sparingar hesi næstu fimm árini, umframt lønarvøksturin.

Tí verður tað ein avbjóðing at røkka sparikravinum og samstundis varðveita eitt gott heilsuverk.

Og í hesum sambandi er tað ein spurningur um tað er rætt, at øll skulu fáa meiri ella minni ókeypis tænastur frá heilsuverkinum, sama hvussu væl tey eru fyri fíggjarliga

Í hesum sambandi kann spurningurin reisast um fólk við góðum lønum ikki kunnu rinda fyri at fara til lækna ella um tey ikki kunnu rinda sín egna heilivág.

- Verður tað so, at vælbjargað rinda meiri fyri summar heilsutænastur, verða ráðini kanska til at geva fólki við lágum lønum eina betri heilsutænastu og kanska lækka ávís brúkagjølda hjá teimum.

- Hetta er ein roynd at gera eina samhaldsfasta heilsuskipan og tey við góðum lønum, sum hava fingið skattalætta, hava betri ráð at rinda fyri summar heilsutænastur, sigur Karsten Hansen.

Hann leggur afturat, at tað nyttar ikki longur at fara runt við sláimaskinuni, tí tað rakar øll líka hart.

Tískil eiga vit at umhugsa at seta brúkagjøld í gildi fyri tey við góðum lønum, so at tey rinda meiri fyri ávísar heilsutænastur so at tey við lágum lønum framvegis kunnu fáa ókeypis tænastur.