Tú kennir tey á brúnu moldplettunum á buksuknøunum. Seinastu 10 dagarnar hava átta ungir fornfrøðingar nevniliga ligið á knæ niðri í eini veit við køkupenslum og teskeiðum og skavað og bustað seg longur og longur niður móti eini víkingabúseting í kirkjugarðinum heima á Sandi.
Skavandi ljóðið og mutlandi røddirnar úr veitini er tað einasta, sum blandar seg í hugaliga friðin í kirkjugarðinum hendan fyrrapartin – til róp knappliga kemur í
”Hey, please don’t cross that line!”
Sum ein leyvumamma úr fortíðini loypir ungi fornfrøðingurin Julie Cussans upp úr veitini, tá ein ferðamaður er við at villa seg inn um eina gyrðing.
Fyri tey flestu sær veitin út sum eitt tilvildarligt hol í jørðini við einum rúgvu av steinum, sum liggja hultur til bultur. Men í eygunum á Julia Cussans, ið er fornfrøðiligur granskari á University of Bradford í Yorshire, liggur onki minni enn ein skattur av søgum og loyndarmálum frá fornari tíð beint fyri føturnar á henni her í kirkjugarðinum.
Tosandi leivdir
- Hugsa tær, at her hevur ein víkingafamilja kanska gingið og gjørt mat. Í øllum førum eru týðilig spor eftir trækoli og hitasprongdum malagróti, sum benda á, at okkurt slag av eldstaði hevur verið her, sigur Julia Cussans, sum sær hon víkingafólkini fyri sær.
Og hvør veit. Kanska hava tey fingu steiktan lunda til døgurða?
- Sært tú hasar hvítu strikurnar í moldini? Hatta eru leivdir av fuglabeinum, so tað er rættiliga vist, at flogfenaður hevur verið ein týðandi partur av tí, tey hava havt at eta her í økinum, sigur Julia Cussans avgjørd.
Men trækolið, malagrótið og beinagrindirnar eru bert ein evarska lítil partur av loyndarmálinum um víkingafamiljuna. Skamt frá veitini eru nakrir av fornfrøðingunum í ferð við at sálda burturskavaðu moldina og kanna, um enn fleiri loyndarmál liggja eftir.
- Í sáldini finna vit ofta ymisk sløg av fræ, sum siga okkum, hvat slag av avgrøði tey hava dyrkað, og hvørjar plantur hava vaksið her. Kanska finna vit eisini evarska smá pettir av onkrum lutum, tey hava brúkt, og so verður tað veruliga spennandi, sigur fornfrøðingurin frá Yorkshire.
Stóru smáu loyndarmálini
Sambært Julia Cussans er tað altíð nakað serligt at finna onkran brúkslut, tí hesir kunnu siga so nógvar ymiskar søgur.
- Eg vænti næstan, vit fara at finna onkran lut úr feittsteini. Kanska eitt søkk, sum vísir, at tey hava fiskað, ella eitt lodd til ein rokk, sum vísir, at tey hava spunnið sítt egna tógv. Og er tað feittsteinur, so mugu vit næstan ganga út frá, at føroyingar í mið- ella víkingaøldini hava havt samhandil við Noreg, sum útflutti serliga nógvar lutir úr feittsteini tá í tíðini, greiðir Julia Cussans frá, og ljóðar heilt spent við tankan.
Hon dylur tó ikki yvir, at dreymurin hjá einum fornfrøðingi nokk altíð er at finna okkurt, sum ongin hevur sæð fyrr, og sum kanska kollveltir vitanina, vit hava frammanundan um til dømis víkingatíðina.
Men minni kann eisini gera tað. Fyri Julia Cussans var tað ein stórhending, tá hon fyri nøkrum døgum síðani brádliga varnaðist eitt drenhol undir grótlagingini, sum bendir á okkurt slag av fornaldarligari kloakskipan.
Beinleiðis samband við víkingarnar
Julia Cussans greiðir frá, at fyri ein fornfrøðing er tað oftast ein avbjóðing at finna eina javnvág millum at spáa um, hvat tú fert at finna og samstundis halda høvdið opið fyri tí óvæntaða.
- Sjálv broyti eg meining fleiri ferðir um vikuna um, hvussu alt hetta møguliga hongur saman, tí okkurt óvæntað kemur undan kavi. Tað ger ofta hetta arbeiðið eitt sindur meir strævi, men so avgjørt eisini meir spennandi, sigur Julia Cussans, sum heldur, at kenslan av at hava samband við lívið í so fornum døgum ikki kann samanberast við nakað annað.
- Tað kann veruliga geva mær gásahúð at nema við ein lut og vita, at at ongin annar hevur nomið við hann, síðani ein víkingur sat við honum í hondini fyri eini túsund árum síðani. Tann kenslan av at vera so tætt at einum fornaldarmenniskja er heilt fantastisk – tað er næstan ikki til at fata, sigur Julia Cussans hugsunarsom og strýkur moldutu hondina gjøgnum ljósu purlurnar.