Kommunuval
Alt bendir á, at Jógvan Krosslá er liðugur sum borgarstjóri í Vági eftir 12 ár í starvinum.Tjóðveldisflokkurin misti ein lim í býráðnum til sambandsflokkin og tað kann koma at kosta flokkinum dýrt.
Uttanflokkalistin, sambandslistin og javnaðarlistin hava sostatt seks býráðslimir av teimum níggju í Vági og sostatt er tað munandi lættari at skipa meiriluta uttanum tjóðveldisflokkin, enn tað var í hesum valskeiðnum, nú tjóðveldisflokkurin hevur fýra býráðslimir.
Og tað er júst tað, sum hendir. Uttanflokkalistin, sambandslistin og javnaðarlistin samtyktu mikukvøldið at skipa samgongu.
Men tey býttu ikki nevndarsessir ella settu navn á formansskapin í tí fundinum.
Men fyrst valdir av limunum í nýggju samgonguni, er Kirstin Strøm Bech úr javnaðarflokkinum, sum fekk 74 atkvøður.
Og tað hevur verið mett at vera nokk so sannlíkt, at hon fór at taka av møguleikanum.
Sostatt hava útlit verið til, at vágbingar fóru at fáa sín fyrsta, kvinnuliga borgarstjóra.