Vágatunnilin: Nei til at krevja 200 milliónir kr. ov nógv í bummpeningi!

Tað tykist sum ætlanin er at krevja uml 200 milliónir krónur ov nógv í bummpeningi.

Marjus Dam,
løgtingsmaður

Nú er neyðugt, at lands-politikkur verður framdur, so útjaðarin ikki framhaldandi verður hildin í kvørkrataki, vegna alt ov høgan ferðaskatt.
Eitt av stóru frambrotum í samferðslusøgu okkara, eftir Brúnna um Streymin, er Vágatunnilin.
Ætlanin kostar tilsamans 240 milliónir krónur. Eftir at gjalda til sjálva ætlanina eru uml 80 milliónir krónur umframt einar 10 mill kr í rentum.
Hvussu gerast 90 milliónir til 300 milliónir krónur?
Eftir at gjalda eru 90 milliónir krónur.
Ein og hvør dugir at síggja, at um áleið 9 milliónir kr. verða kravdar inn árliga í 10 ár, so er tunnilin goldin. Tað er sera einfalt.
210 mill. kr. ov nógv:
Men ætlanin er, at bummpeningur og rakstur skulu krevjast inn. Í eini 15 til 20 ár (latið okkum siga 18 ár).
Vandi er tí fyri, at heilar 200 milliónir krónur eyka á hendan hátt verða turkaðar uppí hesa verkætlan.
Um afturgjaldstíðin verður 18 ár, og avdráttir, rentur viðlíkahald o.a. verður einar 18 milliónir kr. árliga, so verður kostnaðurin einar 324 milliónir krónur.
Tað vil siga, at brúkarin kemur at gjalda einar 324 milliónir ístaðin fyri 90 milliónir. (um vit siga 16 mill kr í 18 ár verður talan um 288 mill. kr. ístaðin fyri 90 mill kr.)
Úrslitið kann ikki góðtakast:
Munurin ímillum tað vit vilja gjalda og tað ætlanin er at krevja inn, er munurin ímillum uml 300 milliónir og 90 milliónir krónur. T.v.s at ætlanin tykist verða at krevja tey ferðandi í Vága tunnlinum eftir 210 milliónum ov nógv. Og tað kann ikki góðtakast. At gjalda 90 milliónir er ikki tað sama sum at gjalda 300 milliónir. Um vit rokna við, at 150.000 akfør ferðast um árið við hægra prísinum, og 200.000 akfør um árið við lægra prísinum, ger hetta ein sera stóran mun fyri brúkaran.
90 mill geva ein meðalprís uppá 25 kr. pr. akfar, ímeðan 300 mill geva ein meðalprís uppá 111 kr. pr. akfar.
Eg meti, at bert tað lægra er landspolitikkur og til at liva við. Hitt hægra kann als ikki góðtakast.
Hóast alt sum er asfalterað her á landi verður goldið umvegis vegskatt og fíggjarlóg, verður ikki so í hesum eina føri. Tað kann ikki verða rætt. Tá raksturin verður goldin av øllum, á øllum farleiðum har vegur er, so eiga øll eisini at gjalda fyri hesa farleið.
Eisini hevði eg vilja, at sundini eisini vórðu tikin uppí landsvegakerv okkara. Vit eru jú øll í einum báti. Tað hevði verið øllum landsins borgarum at gagni.
Tað at útjaðarin hevur goldið alt ov nógv, alt ov leingi, eigur ikki at nýtast sum undanførsla fyri, at hesi viðurskiftir ikki verða fingin í rættlag.
Vit mugu tí hava bummpeningin niður á eitt rímiligt støði. Tað støði er í mesta lagi restupphæddin 90 milliónir krónur. Og ikki 300 milliónir krónur. Tí tað eru so 210 milliónir krónur ov nógv.
Vit eiga nevniliga at fremja landspolitikk, vera seriøs og realistisk.