VÍF-kvinnurnar upp á silvurplássið

Hondbóltur: Hóast VÍF ikki skeyt nakað mál síðstu trettan minuttirnar av dystinum, vunnu tær trygt á StÍF

Kvinnurnar hjá VÍF fingu bæði stigini burturúr dystinum móti StÍF mikukvøldið. Og sigurin var rímiliga tryggur, hóast VÍF-kvinnurnar ikki fingu nakað mál seinastu trettan minuttirnar av dystinum?

Fyrri hálvleikur var annars javnur, men tá VÍF miðskeiðis í hálvleikinum tók seg frá 6-5 upp á 9-5, skaptu tær sær eina leiðslu, sum skuldi vísa seg at vera ov stór hjá StÍF at taka innaftur.

VÍF kom upp á 12-7 og vann fyrra hálvleik 15-11.

Seinna hálvleik vann StÍF, men tær komu ov seint í gongd og megnaðu tí ikki at vinna dystin samanlagt. StÍF-kvinnurnar hava fyrr ? eitt nú móti VB á Skála ? spælt leingi uttan at skjóta mál, og hesaferð var longsti málturkurin seks minuttir. Men tað var lítið afturímóti heimaliðnum, sum spældi næstan eitt heilt korter uttan at skora.

Men tað var kortini nóg mikið hjá VÍF, sum ikki skoraði, men fekk tríggjar útvísingar síðstu tíggju minuttirnar av dystinum. Jacklin Durhuus og Ioana Rapa vóru aftur hesaferð ídnastar at skjóta mál, og hjá StÍF var tað sum ikki einaferð Sóley Mikkelsen, sum gekk undan við at skjóta átta mál.

StÍF er nú fýra stig frá oddaliðnum, og hóast nógvir dystir eru eftir, og øll liðini taka stig frá øllum, so er tað ivasamt, um StÍF veruliga kann gera seg galdandi í toppinum, tí tær eru rættiliga óstøðugar. Men tær eru framvegis við í steypakappingini.

VÍF lítur nógv á Ioanu og Jacklin í álopinum, og um tær kunnu halda dampinum uppi, verður spennandi at síggja, hvussu langt VÍF kemur. Men eisini tær tykjast nakað óstøðugar í løtuni.

Men hvat ? tað kanst tú siga um øll liðini?


VÍF-StÍF 22-20 (15-11)

VÍF: Jacklin Durhuus 7, Ioana Rapa 5 (1), Fríða Johannesen 4, Randi Kúrberg 3, Óluva Poulsen 3.

StÍF: Sóley Mikkelsen 8 (3), Alis Høghamar 3, Paula B. Jacobsen 3, Palma Petersen 3, Birna Mikkelsen 2, Hanna Thorleifsson 1.

Ávaringar: VÍF 2, StÍF 0.

Útvísingar: VÍF 4, StÍF 2.

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen