VÍF avgjørdu seinna umfarið

Eftir at Neistin hevði fylgt væl við í hálvan tíma, settu vestmannagenturnar alt upp á pláss í seinna hálvleiki

 

Einki var at taka seg aftur í, at VÍF var stórfavorittur at vinna kvinnudystin á Hálsi sunnudagin, men tá liðini fóru til hálvleiks, sást tó lítið til hetta favoritt-heitið. Máltalvan sýndi nevnliga, at liðini høvdu 10 mál hvør, og mett eftir dystargongdini fram til tá, so stóð Neistin seg eins væl og gestirnir.


Bonkurin var á muni

Eftir at VÍF ? og serstakliga Ioana Rápa ? høvdu havt mundin fyrstu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki, so eydnaðist tað seinasta triðingin av hálvleikinum at læsa í verjupartinum, og við trimum málum hesa løtuna fingu tær samstundis bart seg upp á liðina av VÍF.

Hóast tað soleiðis var javnt í málum, so vóru tó onnur tekin um, at tað allar helst fór at enda við einum vestmannasigri hendan dagin. Neistaliðið stríddist sum sagt framúr væl, men hetta var eisini nakað, sum kostaði kreftir, og tá VÍF ikki sá út til at overva seg, samstundis sum bonkurin í løtuni er tann sterkasti í landinum, so var ikki annað enn væntandi, at VÍF kundi seta trumf á í seinna.

Hetta skal ikki skiljast sum ein niðurgerð av Neistanum ella nøkrum øðrum liði í landinum, men tá VÍF hevur ráð at byrja ein dyst við leikarum sum Nicoletu Radu, Manuelu Stan og Jacklin Durhuus á beinkinum, so sigur tað ein heilan hóp um, hví liðið hevur verið at kalla einaráðani hetta seinast árið ella so, og so er ikki ein gong talt við, at Christina Holm eisini verður millum tær gulu, tá hon er komin fyri seg aftur.


Einfalt og vakurt

Tað vísti seg eisini í seinna hálvleiki, at VÍF hevði nakað væl av kreftum eftir á goymslu, og eftir at tær høvdu nýtt fyrstu løtuna eftir steðgin til at skræða seg leysar, kundu tær veruliga seta gongd á tað so væl kenda kontraspælið.

Fyri áskoðararnar var tað ein fragd at hyggja at, hvussu disciplineraðar genturnar vóru á vøllinum, men fyri Neistan mundi hetta kennast sum ein sonn marra. Í stuttum kann sigast, at nærum tað einasta, sum VÍF gjørdi seinastu 20 minuttirnar, var, at tær løgdu stóra orku í verjuspælið, og tá so Neistin antin mistu bóltin, ella vórðu noyddar at skjóta útifrá, fall hamarinh. Langt kast niðan á vøllin og mál. Sera einfalt og sera vakurt hondbóltsspæl.


Nógv tær bestu

Sum seinna hálvleikur leið, mundi standa øllum greitt, at VÍF hevur ikki bara tað sterkasta liðið í landinum. Styrkin er somikið stór, at tað er stórt sannlíki fyri, at tær endurtaka bragdið frá í fjør, har tær vunnu kappingina við fullum stigatalið umframt steypakappingina. Hetta er í stóran upp til VÍF-kvinnurnar at gera av, tí sjálvsagt kunnu tær snáva á vegnum, men hava tær rætta hugburðin til hvønn dyst, so er tó ilt at síggja, hvussu hetta skal bera til.

Ein annar spurningur er so, hvussu stuttligt hetta er fyri føroyskan hondbólt. Longu í fjør var sum sagt stórur munur á, og tá liðið nú eisini er styrkt við tveimum føroyskum landsliðsleikarum, ber illa til at ímynda sær eina spennandi kapping. Hinvegin er hetta helst neyðugt, um eitt føroyskt lið (í hesum føri VÍF) skal standa seg væl í Europa-Cup, tá hetta verður á skránni í januar mánaði, og teir báðir dystirnir eru uttan iva størsta ? men kanska eisini hin einasta ? avbjóðingin, sum VÍF fær í ár.


Dysturin í tølum

Neistin-VÍF 15-62 (10-10)

Málskjúttar:

Neistin: Katrin á Neystabø 6(4), Birita Wardum 5, Susan Brockie 2, Inga F. Danberg 1, Annika Thomsen 1

VÍF: Ioana Rápa 11(3), Nicoleta Radu 5, Sóleyð Mikkelsen 3, Jacklin Durhuus 2, Jórun Ludvic 2, Fríða Marjunardóttir 1, Alis Høghamar 1, Randi Kúrberg 1

Brotskøst: Neistin 5, VÍF 5

Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3

Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Gjørdu ikki uppgávuna torførari enn hon var.