Seinastu tíðina hevur Uttanríkisráðið verið fyri hvøssum atfinningum fyri at hava nokta alment innlit í og at hava dult frágreiðingina um kappingarsamleika Føroya. Uttanríkisráðið avnoktar nú, at tað skal hava noktað at givið innlit í frágreiðingina, og at tað skal hava roynt at dult hana.
Uttanríkisráðið sigur í tíndabrævi fyrrapartin, at Ein og hvør kann biðja um, og fær, innlit í frágreiðingina um kappingarsamleika Føroya, ið bretski serfrøðingurin Simon Anholt hevur skrivað. Nógv hava longu nýtt henda møguleika. Annað er, at Uttanríkisráðið í sambandi við játtanina av innliti hevur boðað frá, at frágreiðingin verður latin til egna nýtslu, og ikki má endurprentast ella leggjast á alnótina. Hetta er tó bert galdandi fyri enskt mæltu útgávna, og er hetta ein skylda mótvegis høvundanum, sigur Uttanríkisráðið.
- Uttanríkisráðið hevur gjørt ta avtalu við Simon Anholt, at við fyriliti fyri hansara Copyright verður upprunaliga enskt mælta útgávan av frágreiðingin ikki løgd út á heimasíðuna, greiðir deildin fyri alment diplomati í Uttanríkisráðnum frá.
Uttanríkisráðið sigur, at tað í næstu viku fer at leggja føroyskaðu frágreiðingina út á heimasíðuna.