Um vikuskiftið helt føroyska fotografparið, Gvøðny og Janus Gunnarsson, sum saman kalla seg Miriam & Janus Photography, fyrilestur á stórari fotografmessu í Køln.
Talan var um “The Next Generation” ráðstevnuna hjá størsta portrett-felagskapinum í Europa, Bund Professioneller Portraitfotografieren, stytt BPP.
Sostatt kann sigast, at føroysku fotografhjúnini hevur hildið fyrilestur fyri elituni.
- Vit fingu nógvar positivar reaktiónir frá fólki, tá vit vóru liðug við fyrilesturin, og tey vóru rættiliga hugtikin av, hvussu vit brúka alt tað føroyska í okkara arbeiði, sigur Gvøðny Gunnarsson.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gvøðny Gunnarsson greiða frá stóru upplivingini í Köln