Amerikanska stjórnin leggur nú trýst á stjórnina í Kolombia fyri at fáa hana at skriva undir ein sáttmála, sum skal tryggja, at kolombisku myndugleikarnir ikki útflýggja amerikanskar ríkisborgarar til rættarsókn í altjóða krígsbrotsmannadómstólinum.
Amerikanski varauttanríkisráðharrin, Marc Grosman, hevur júst verið í Kolombia, og heimafturkomin segði hann, at kolombiska stjórnin er sinnað at umhugsa amerikansku áheitanina.
USA sýtir fyri at samstarva við nýggja altjóða krígsbrotsmannadómstólin og roynir at fáa onnur lond at binda seg til ikki at lata dómstólinum amerikanskar ríkisborgarar. Amerikansk lóg heimilar stjórnini at revsa lond, sum ikki vilja ganga áheitanini á møti.