USA fer at avrætta fyrstu kvinnuna í 67 ár

Amerikanska stjórnin ætlar at avrætta Lisu Montgomery 8. desember. Hon verður fyrsta kvinna, sum USA hevur avrættað síðani 1953.

 

Amerikanska løgmálaráðið ger nú klárt at fremja ta fyrstu avrætting av eini kvinnu í næstan 70 ár.

Tað er greitt, eftir at ráðið í gjár upplýsti, at tann dømda drápskvinnan Lisa Montgomery skal avrættast 8. desember.

52 ára gamla Montgomery varð í 2007 dømd fyri at hava kvalt eina kvinnu við barn í statinum Missouri.

Sambært løgmálaráðnum verður hon avrættað við eini deyðiligari innspæning í fongslinum Terre Haute í statinum Indiana.

Amerikanska stjórnin avrættaði seinasta eina kvinnu í 1953 sambært felagsskapinum Death Penalty Information Center.

Ta ferðina varð ein kvinna, Bonnie Heady, avrættað í einum gasskamari í statinum Missouri fyri at hava burturflutt og dripið ein seks ára gamlan smádrong.

Løgmálaráðið upplýsir í somu boðum í gjár, at ein maður, Brandon Bernard, skal avrættast 10. desember.

Hann er saman við fleir øðrum sekum dømdur at hava dripið tveir ungdómsprestar í 1999.

Tær báðar avrættingarnar fara at vera nummar átta og níggju, sum amerikanska stjórnin hevur framd í ár.

Stjórnin hjá Donald Trump tók uppaftur í juli í ár avrættingar eftir steðg í 17 ár.

Síðani hevur amerikanska løgmálaráið avrættað fleiri persónar, enn allir undanmenn hjá Donald Trump síðani 1963 hava avrættað tilsamans.

Seinast, amerikanska stjórnin avrættaði fleiri enn seks fólk í einum ári, var í 1942.

Avgerðin um at taka uppaftur avrættingarnar varð tikin, eftir at fongsulsfelagið í í USA í fjør boðaði frá, at tey fóru at broyta mannagongd við deyðiligari innspræning.

Funnist hevur fleiri ferðir verið at avrættingarmannagongdini fyri at vera ómenniskjanslig og sera pínufull fyri fangarnar.

/ritzau/Reuters