Í fjør gjørdi amerikanska stjórnin at samskipa arbeiðið hjá øllum teimum 15 fregnartænastunum, og fyrrakvøldið boðaði George W. Bush, forseti, frá, at hann hevði gjørt av at seta John Negroponte felags stjóra fyri øllum tænastunum.
Negroponte hevur ta seinastu tíðina verið amerikanskur sendiharri í Irak, og hann var sendiharri í ST, áðrenn hann fór til Bagdad. Hann sigst vera ein dugnaligur diplomatur, men hann er kortini ikki líka væl umtóktur allastaðni. Í Miðamerika minnast mong hann sum mannin, ið stóð fyri arbeiðinum at útvega uppreistrardeildunum í Nikaragua vápn, og tað var eisini hann, sum samskipaði amerikanska stuðulin til tey sokallaðu deyðsliðini í Miðamerika, skrivar AP-tíðindastovan.
-John Negroponte hevur eina óhepna fortíð, sum verandi stjórn vil hava okkum at gloyma, sigur ein granskari á National Security Archives í Washington við AP.