Úr skugganum hjá Poul

Í Framsókn fegnast tey um valstríðið og góðu móttøkuna, flokkurin hevur fingið.

- Hetta hevur verið eitt sera spennandi stríð, og vit hava merkt ein jaligan hugburð allastaðni, vit eru komin, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, sum er uppstillað fyri Framsókn.

 

- Tað tykist, sum fólk halda, at hetta, vit gera, er týdningarmikið, og góðu veljarakanningarnar benda á sama bógv, sigur hon.

 

Sunneva Háberg Eysturstein dylir ikki fyri, at flokkurin sera gjarna kundi hugsað sær at komi í samgongu eftir valið.

- Tað er ikki lætt at flyta nakað, tá man situr í andstøðu, og tí kundu vit sera gjarna hugsa okkum at komi í samgongu eftir valið. 

 

Poul Michelsen hevur í sera stóran mun mynda flokkin. Hann hevur jú stovnað hann og hevur verið einsamallur tingmaður fyri flokkin, eftir at Janus Rein skifti yvir í Fólkaflokkin. Tað kann vera ein avbjóðing at fáa nýggj valevni fram í slíkum førum, men Sunneva Háberg Eysturstein heldur, at flokkurin hevur megnað tað val.

- Afturmeldingarnar frá ymisku valstøðunum eru, at nýggju valevnini hava klárað seg væl. Tey hava megnað at traðka út úr skugganum á Poul og hava víst styrki, sigur hon úr Kringvarpshøllini.