Tvær tær seinastu ferðirnar eru klaksvíkingar farnir av vøllinum við fullari úrtøku. 3-2 heimasigurin á NSÍ og ikki minni 2-0 sigurin á Svangaskarði ímóti B68 kendust søtir.
Mikudagin vóru Páll Guðlaugsson og aðrir i KÍ leguni eygnavitnir í Fuglafirði, tá ið FC Suðuroy fyri tað mesta megnaði at halda toppliðnum Víkingi frá stórum møguleikum.
FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta sigurin til góða. Tað er troyttandi fleiri ferðir í somu viku at ferðast norður um at spæla , og útgangsstøðan í Klaksvík verður at verja og so dúva uppá, at tað skal eydnast at skora eina ferð.
Miðverjin Sasa Kolman og framrættaði David Asare teljast millum lyklaspælararnar. Teir hava báðir verið skaðaplágaðir, og tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í Klaksvík.
Hjá KÍ verður ikki roknað við, at Kristoffur Jakobsen verður tøkur fyrrenn um eina viku. Gunnar Christiansen og Jóhan Jacobsen eru um at vera tøkir aftur eftir skaðasteðg.
KÍ - FC Suðuroy: Eiler Rasmussen
sunnudagin klokkan 15.00










