Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna, hvussu man við lóg kann tryggja øllum arbeiðstakarum eins rætt til løn, tá tey eru heima hjá sjúkum børnum, og at leggja fram løgtingslógaruppskot við hesum endamáli

Viðmerkingar: Av teimum mest eyðsýndu munum, ið eru í ymisku sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum, sæð burtur frá lønarmunum, man munurin í pensjónsviðurskiftunum vera mest umtalaður og viðgjørdur. Tó dregur tíverri út við at finna eina virðiliga loysn á hesum øki, ið er so týdningarmikið fyri øll tey mongu, sum eru og verða við sviðusoð.
Ein annar munur, ið hetta uppskot Miðfloksins enn einaferð setur ljóskastaran á, og sum flokkurin vónar, at Løgtingið endiliga fer at taka lógvatak saman um at fáa loyst, er tann sjáldsami munur, ið er íkomin viðvíkjandi rættinum at kunna vera heima hjá sjúkum børnum uttan lønarmiss.
Hyggja vit sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ígjøgnum, so er reyði tráðurin, at teir sáttmálar, ið almennu Føroyar hava gjørt við fakfeløg hjá flestu starvsettu sínum, geva arbeiðstakarum
rætt til at vera heima hjá sjúkum barni í 10 dagar árliga við løn. Og flestu sáttmálar geva eisini sama rætt til upp til 20 dagar árliga, um fleiri børn eru. Dømi úr sáttmálaorðing er hendan:
… Stk. 2. Starvsfólk kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur tað fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann tað fáa frí upp í 20 dagar um árið"…( orðing úr sátmála millum magistarafelagið og tað almenna).
Her er talan um virðismikil rættindi, men rættindi, sum tó ikki unnast øllum íbúgvum samfelagsins. Kaga vit nevniliga ígjøgnum sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, so geva hesir ikki slík rættindi, tvs. at borgar í sama samfelag hava ikki somu rættindi - ella vit kundu sagt, at børn og foreldur hava ikki eins sømdir, tá um sjúku hjá barni viðvíkur.
Leggjast skal afturat, at dømi er um, at almenni myndugleikin, uttan at viðkomandi felag
arbeiðstakaranna hevði hetta við sum sáttmálaynski, undir sáttmálasamráðingum av sínum
eintingum bjóðaði hesar sømdir omaná til limir felagsins.
Miðflokkurin metir og vónar, at Løgting og Landsstýri sær hendan eyðsýnda mismun og vil vera við til at rætta hann. Hetta kann t.d verða gjørt við einari sosialari skipan, ella sum skylda, ið verður áløgd arbeiðsgevaranum, ella møguliga á heilt annan hátt. Umráðandi er at málið loksins verður loyst, tí hyggja vit at tí bólki, ið á hendan hátt er fyri vanbýti, er talan um tey, sum hava lægstu løn og vánaligastu pensjónsskipan. Vit kunnu ímynda okkum ávirkana á húsarhald og mánaðarløn teirra, um fleiri børn í familjuni eru sjúk og krevja at mamma ella pápi eru heima- uttan løn.
Meta vit um vilja Løgtingsins, er væl ongin ivi um hendan í hesum máli, tí seinastu 4 árini hava nærum allir flokkar verið við til at lagt fram uppskot til loysn á tí- Miðflokkurin 24. juli 2006 , landsstýrismaður javnaðarfloksins 31. oktober 2007 og Fólkaflokkurin, Sambands-flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin h. 7 marts 2008. Og hartil hevur tjóðveldisflokkurin undir viðgerðum verið jaligur til broytingar.
Mettar útreiðslur av uppkotinum eru m.a. gjørdar í sb. við tvey av omanfyrinevndu, uppskot miðfloksins í 2006, har landsstýrismaðurin á økinum metti útreiðslurnar til 2.6 mió og í uppskoti Landsstyrismansins frá 2007, har hesin nágreinaði tær til knappar 1,5 mió.
Á Løgtingi í februar 2010