Italska stjórnin hevur gjørt av at senda vegleiðarar til Libya at venja uppreistrarmenninar. Ignazio La Russa, verjumálaráðharri, sigur, at fyribils fara 10 vegleiðarar avstað.
Frakland og Bretland hava sagt, at tey fara at senda yvirmenn til Libya, men bæði londini hava lagt dent á, at teir skulu ikki venja teir libysku uppreistrarmenninar, men bara læra teir at skipa seg betur.
Samstundis hevur franski forsetin, Nicolas Sarkozy, kunngjørt, at Frakland fer at økja síni bumbuálop á mál í Libya.
Frakland var tað fyrsta landið, sum alment viðurkendi ta sivilu leiðsluna hjá uppreistrarmonnunum sum landsins almennu leiðslu.










