Upplýsing og kunning besta vápnið

-Alkoholsølan skal ikki vera frí, men undir skipaðum umstøðum tvs. at nógv meiri pengar skulu nýtas t til upplýsing og kunning, enn tað verður gjørt í dag. Upplýsing og kunning kunnu roknast sum ein íløga í menniskjanum, sum vónandi fer at gera, at fólk fara at gerast meiri vitandi um vandarnar av misnýtslu. Í síðsta enda fer landið at spara pening uppá viðgerðir o.a. sum er sera kostnaðarmikið fyri eitt lítið land sum okkara sigur Martin Kúrberg, formaður í Fráhaldsráð Føroya..

Fráhaldsráðstevna
Torkil V. Rasmussen

Leygardagin skipaði Fráhaldsráð Føroya fyri ráðstevnu um misnýtslu. Klingran í Norðurlandahúsininum var karmur um ráðstevnuna. Umboð fyri ymsu fráhaldsfeløgini vóru á ráðstevnuni, har almenningurin eisini var boðin. Endamálið við ráðstevnuni var at kunna og upplýsa um vandarnar við misnýtslu.

Fráhaldsráð Føroya varð sett á stovn fyri góðum fýra, fimm árum síðani, og er felagið eitt samstarv millum feløgini IOGT, Blái Kross Føroya, Adventistasamkomuna og Nólsoyar- og Haldórsvíkar Avhaldsfelag. Uml. 2.700 limir eru í samstarvinum. Felagið verður fíggjað við limagjøldum og hevur tó eisini fingið eina lítla játtan frá landsstýrinum. Samstarvið hevur markerað seg í fjølmiðlunum, men er hetta fyrsta av komandi mongu upplýsingar- og kunnandi tiltøkum um vandarnar við misbrúki, sum samstarvið ætlar sær at halda í nærmastu framtíð.

Formaðurin í Fráhaldsfelag Føroya, Martin Kúrberg, var ein av høvuðsstigtakarunum til ráðstevnuna. Vit settu honum nakrar spurningar viðvíkjandi støðuni í Føroyum í dag.

Hvussu er misbrúkið í Føroyum í dag?
-Misbrúkið hevur broytt karakter, í teirri fatan at tað eru fleiri ung, sum gerast misýtarar og ikki einans av alkoholi, men eisini av rúsevnum s.s. Amfetamin, Ecstasy, Hash o.s.fr.

-Hvat kann gerast við støðuna, tá ið m.a. summi vilja vera við, at liberaliseringar fara at minka um misnýtsluna sum heild, tí tá gerst tað ikki longur spennandi. Ert tú samdur í hesum sjónarmiði?
-Nei, avgjør t ikki. Av egnum royndum veit eg, at misbúkið einans veksur, um tað gerst ov lætt at fáa fatur á rúsdrekka oø.. Í heila tikið er fríur rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur ein skeiv gongd at fara. Tak t.d. Havnina sum dømi. Havnin er ein sera lítil býur í heimshøpi, men í dag hava vit minst 20 skeinkiloyvir, og eru tey næstan øll komin innan tey síðstu fimm,, tíggju árini.

-Hvat heldur tú um rákið, sum er í fleiri av evropeisku londunum, t.d. at frítt hash og nálir til rúsevnismisnýtarar er ein gongd leið?
-Í hasum førunum haldi eg, at tað er at uppgeva trupulleikan og góðtaka tað, at lagnir fara fyri skeytið.
-Nú verður sera nógv tosað um tær 13,5 mió. kr., sum Rúsdrekkasøla Landsins skal hava í lógarbundna yvirskotinum. Hvat heldur tú um tað?
-Eg kann ikki siga annað enn, at vit flentu. Tað er láturlig,t at fólk, sum ikki longur eru, ella hava verið misnýtarar, skulu fíggja eitt yvirskot hjá einari rúsdrekkasølu. At Rúsdrekkasøla Landsins ikki hevur fingið tað yvirskot, sum hon skuldi er helst ein ábending um, at fólk eru farin at keypa minni av alkoholi. Í staðin fyri at játta hesa upphædd, sum er ætlað til viðgerðarmøguleikar o.l. skuldi hesin peningur heldur verði nýttur til upplýsing, soleiðis at vit høvdu spart pening uppá viðgerðir o.l. Alkoholsølan skal ikki vera frí, men undir skipaðum umstøðum tvs. at nógv meiri pengar skulu nýtas t til upplýsing og kunning, enn tað verður gjørt í dag. Upplýsing og kunning kunnu roknast sum ein íløga í menniskjanum, sum vónandi fer at gera, at fólk fara at gerast meiri vitandi um vandarnar av misnýtslu. Í síðsta enda fer landið at spara pening uppá viðgerðir o.a. sum er sera kostnaðarmikið fyri eitt lítið land sum okkara.