Upplýsa og ráðgeva teimum ungu

Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur seinastu árini gjørt eitt stórt arbeiði millum ung, m.a. at fyribyrgja rúsdrekkakoyring, og hetta metir Blái Krossur so høgt, at Ferðslutrygd skuldi hava blákrossviðurkenningina fyri ár 2000

Týsdagin handaði Ásbjørn Jacobsen frá Bláa Krossi Føroya Peturi Jacob Sigvarsen, formanni í nevndini í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, blákrossviðurkenningina fyri ár 2000.

Ásbjørn Jacobsen segði í talu sínari, at tey í sínum arbeiði sóu eina vandamikla gongd, har misnýtararnir gerast alt yngri. Hesum kunnu Blái Krossur og Ferðslutrygd arbeiða saman fyri at forða. Ferðslutrygd ger sítt til at upplýsa og ráðgeva tey ungu um vandarnar við rúsdrekkakoyring.

Ásbjørn segði eisini, at hann hevði verið til undirvísing hjá Jón Kragesteen, sum er dagligur leiðari á Ferðslutrygd, og at hon fangaði sera væl tey ungu, sum lýddu á.

Petur Jacob Sigvardsen tók ímóti viðurkenningini, og hann segði at hetta bæði stimbrar og fløvar, tí slíkt hendir ikki á hvørjum degi. Teirra aðalmál er at bøta um ferðslutrygdina, og hetta arbeiðið byrjar í barnagørðum og heldur fram í skúlunum.

Hann segði eisini um arbeiðið hjá Bláa Krossi, at tað ber ikki so væl til hjá teimum at vísa á nakað úrslit við hagtølum, men at tey trúgva uppá, at tað eisini ber ávøkst.

Jón Kragesteen metti, at tað, sum hevði gjørt undirvísingina enn betur, var, at ein ungur maður, ið hevði verið úti fyri eini ferðsluvanlukku, var við í undirvísingini. Hetta fangaði áhugan hjá teimum ungu.

Petur Jacob Sigvardsen segði at enda, at Ferðslutrygd legði dent á at hava eitt gott samstarv við onnur á økinum, og at Blái Krossur eisini ger eitt stórt arbeiði innan ferðslutrygd.