Í Avstralia væntar veðurstovan, at hitin fer upp um 50 stig summastaðni í landinum teir næstu dagarnar, og tað ger, at veðurstovan noyðist at broyta tey veðurkortini, sum hon plagar at brúka, tá hon skal lýsa, hvussu heitt tað er ella verður.
Fyribils hevur veðurstovan fingið sær ein lit, sum skal vísa, at hitin er millum 50 og 52 stig, men veðurmaðurin David Jones sigur, at tað verður eftir øllum at døma neyðugt við einum liti afturat, sum skal vísa, at nú eru millum 52 og 54 stig.
Mesti hiti, sum er skrásettur í Avstralia, er 50,7 stig, og tað er frá januar í 1960.
Tann nógvi hitin hevur elvt til fleiri skógareldar í New South Wales, og Julia Gillard, forsætisráðharri, ávarar um, at avstraliumenn kunnu rokna við tílíkum hita og skógareldum í komandi árum.











