Manchester United roynir framvegis at elta Liverpool, sum hevur lagt seg hampuliga trygt á odda í ensku Premier League.
Í gjárkvøldið eydnaðist meistarunum at vinna 1-0 á Middlesbrough, soleiðis at munurin upp til Liverpool nú er sjey stig, tó at Manchester United hevur tveir dystir til góðar.
Tað stóð tó nógv á, og leingi bendi tað tann vegin, at Middlesbrough skuldi hóra undan trýstinum frá heimaliðnum. 20 minuttir fyri leiklok eydnaðist tó Dimitar Berbatov at skjóta avgerandi málið í dystinum.
Manchester United hevur nú 38 stog fyri 18 dystir. Liverpool hevur 45 stig fyri 20 dystir. Í kvøld verður aftur ein dystur í ensku Premier League, tá Hull, sum er nummar átta, tekur ímóti Aston Villa, sum undan dystinum er nummar fimm.