Presturin í Fuglafjarðar prestagjaldi eitur frá degnum í dag Uni Næs. Hann tekur við starvinum eftir Peter O. K. Olofson, sum segði seg úr starvi, eftir, at hann ikki fekk viðhald í kærunum, hann fyri knøppum ári síðani sendi danska kirkjumálaráðnum um Føroya Bisp, Hans Jacob Joensen.
Uni Næs hevur seinastu mongu árini verið prestur í Vestmanna. Men nú høvi beyst at royna nakað annað, helt hann tað vera vert at søkja starvi í Fuglafirði.
Fuglafjarðar prestagjald og Nes prestagjald verða í næstum deild í trý. Hetta fer at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá einstaku prestunum í Eysturoynni.
Fyrrverandi presturin í Fuglafirði, Peter O. K. Olofson, flytur nú til Klaksvíkar at búgva.