Ert tú millum 16 og 25 ár valdagin 24. apríl, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, ert tú vælkomin at stilla upp. Fráboðanarfreistin er týsdagin 10. februar 2026.
Høvuðsuppgávan hjá ungdómsráðnum er at umboða ungdómin í ungdómspolitiskum spurningum og vera millumlið ímillum tey ungu og politikararnar. Tað vil millum annað siga at geva politikarunum ráð, innlit og vegleiðing og at vera við til at tryggja, at atlit verða tikin til yngri borgarar, tá ið avgerðir verða tiknar. Harumframt skal ungdómsráðið í so stóran mun sum møguligt vera umboðað í arbeiðsbólkum og nevndum, ið eru viðkomandi fyri ungdómin.
Arbeiðið í ungdómsráðnum er sjálvboðið, men fundarpeningur verður latin sambært almennum reglum.
Tú kanst lesa meira um ungdómsráðið, og hvussu tú stillar upp, á síðu okkara um ungdómsráðsvalið, sum tú finnur her:
Stilla upp til ungdómsráðsvalið 2026











