Magnus Árason skrivar undir trý ára sáttmála við Mors-Thy Håndbold

Mors-Thy Håndbold hevur funnið ein avloysara fyri Malthe Bull á høgra vongi, og valið er fallið á føroyska talentið, 18 ára gamla Magnus Árason.

Magnus er í bruttohópinum hjá føroyska landsliðnum og spælir dagliga í GOG og Oure. Nýggi høgri vongurin hjá Mors-Thy Håndbolds flutti sum 15 ára gamal til Danmarkar at ganga á eftirskúla á ISI í Ikast og haðani til Suðurfyn. Nú gongur leiði til Mors og Thy, og tað gleðir Magnus Árason seg til, skrivar Mors-Thy Håndbolds á heimsíðuni.

– Mors-Thy Håndbolds er tað perfekta næsta stigið hjá mær. Uppsetingin her við nógvum ungum leikarum hóskar mær væl - eg haldi, at Mors-Thy Håndbold er eitt frálíkt felag, og eg eri øgiliga hugtikin av teimum úrslitum, sum felagið hevur fingið seinastu mongu árini við egnum talentum og ungum leikarum. Eg droymi um at gerast yrkishondbóltsspælari, og her er Mors-Thy Håndbold eitt natúrligt næsta stig í míni yrkisleið, sigur Magnus Árason við heimasíðuna hjá felagnum.

– Magnus er ein spennandi ungur høgri vongur. Hann er eitt av mongum ungum føroyskum talentum, sum veruliga gera seg galdandi hesi árini. Hann er skjótur, tekniskt dugnaligur og hoppar væl, og vit gleða okkum at fáa hann inn í vaksnamannaheimin í hondbólti, sigur høvuðsvenjarin hjá Mors-Thy Håndbold, Dennis Bo Jensen.

– Vit eru errin av, at tað hevur eydnast okkum at fáa eftirspurda Magnus Árason, sum passar perfekt inn í okkara strategi at gera íløgur í ung lovandi talent. Hann er føroyskur ungdómslandsliðsleikari, men er longu partur av hópinum til teirra sterka A-landslið sum 1. árs U19. Hann er ein tekniskt dugnaligur vongur við stórum møguleikum og er úttikin sum avloysari fyri Malthe Bull við síðuna av roynda Lasse Pedersen. Hann spælir í løtuni í GOG, og hóast hann bert verður 2 ára gamal U19 komandi kappingarár, so síggja vit hann longu sum ein part av deildarhópinum, tá hann kemur til okkara, sigur stjórin, Ian Marko Fog.

Sáttmálin millum Mors-Thy Håndbold og Magnus Árason er til 30. juni 2029

 

FAKTA:

Magnus Árason, 21. august 2007

Hædd: 186 cm. Vekt: 85 kg.

Undanfarnu feløg: Neistin, Ikast FS, GOG

Fer at búgva á Mors-Thy Håndbold Akademi og byrjar á Morsø Gymnasium.