Tað var nakað fyri klokkan 16, at fráboðan kom um, at eldur var í einum bili í Runavík.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at roykur og eldur stóð úr motorrúminum á bilinum, sum var til umvæling. Talan var um ein gamlan bil, og eingin var í bilinum, sum kolaðist upp og ikki verður til bil aftur, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan kannar hetta nærri, men eingin mistanki er um nakað kriminelt, sigur vaktleiðarin á politistøðini.











