Tá Smyril var í dokk í heyst vórðu síðuskrúvur settar í skipið. Helgi Abrahamsen setur spurnartekin við, um tær yvirhøvur virka

Setur spurnartekin við um síðuskrúvur á Smyrli virka

Tingmaður vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, um nýggju síðuskrúvurnar á Smyrli virka sum tær skulu.

Tá Smyril var í dokk í heyst vórðu síðuskrúvur settar í skipið. Helgi Abrahamsen setur spurnartekin við, um tær yvirhøvur virka

Tað er Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum nú eisini varðar av samferðslumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið.

Ítøkiliga spyr tingmaðurin soleiðis:

1. Virka nýggju síðuskrúvurnar á Smyrli sum tær eiga?

2. Um ikki, nær kann so roknast við, at tær fara at virka?

3. Hvussu nógv hevur tað kostað at seta nýggju síðuskrúvurnar í Smyril?

4. Vóru síðuskrúvurnar liðugt testaðar, áðrenn Smyril fór aftur í sigling eftir at hava verið í dokk í heyst?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at stutt eftir at Smyril var komin aftur í sigling, eftir at hava verið í dokk í heyst, hevði Dimmalætting samrøðu við skiparan. Hann segði millum annað, at tað gjørdi góðan mun, at Smyril hevði fingið nýggjar síðuskrúvur, tí áðrenn skipið hevði fingið síðuskrúvur aftan, vóru so nógvar ristingar í afturskipinum, tá leggjast skuldi at, at síðuskrúvurnar vóru neyðugar, um skipið skuldi halda í nøkur ár afturat.

– Skiparin segði eisini, at onkuntíð, tá ið Smyril hevði avlýst túrar, hevði tað ikki verið tí at tað hevði verið so ringt at siglt, men tí at tað hevði verið ov nógvur vindur í havnarløgunum til, at tað bar til at manerera trygt.

– Men nakrar vikur seinni skrivaðu fjølmiðlar, at trupulleikar vóru við síðuskrúvunum á Smyrli, tí hesar settu brandalarmin í gongd, tá hann ikki átti at fara í gongd. Fólk frá framleiðaranum skuldu koma til Føroya at kanna trupulleikan, sigur Helgi Abrahamsen.

– Nú ljóðar, at brekið er framvegis ikki rættað, og fólk eru farin at seta spurnartekin við, um hetta kann vera ein orsøk til nógvu avlýsingarnar sum hava verið ta seinastu tíðina, sigur Helgi Abrahemsen, løgtingsmaður, í fyrispurninginum til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í samferðslumálum.

 

##med2##

 

##med3##

 

Tá Smyril var í dokk í heyst vórðu síðuskrúvur settar í skipið. Helgi Abrahamsen setur spurnartekin við, um tær yvirhøvur virka