Ung tingfólk komin fyri at vera

Politiska lívsleiðin hjá Beinir Johannesen sær út til at peika beint upp í loft. Stjørnuskotið í Fólkaflokkinum varð valdur inn í býráðið í Klaksvík sum triði maður fyri flokkin í 2016, og síðani gjørdi hann eitt megnar val til fólkatingsvalið fyrr í ár, har hann fekk 677 atkvøður.

Hann hevði tó ikki væntað, at tað skuldi gangast so væl til løgtingsvalið, sum tað gjørdi. 995 atkvøður og eitt fremsta pláss á fólkaflokslistanum.

- Tað kennist óveruligt. Aftaná fólkatingsvalið hevði eg kanska góðar vónir, men hetta var langt yvir allar vónirnar, sum eg hevði, sigur Beinir Johannesen, sum kortini avvísir blankt ein formanspost á hesum sinni.

Tað verður heldur ikki til ein landsstýrissess á hesum sinni hóast góða valið.

- Eg eri í gongd við at taka HD. Tað er umráðandi at hava eina útbúgving. Løgtingsmaður ert tú bara fýra ár á gangin, og aftaná tað mást tú hava okkurt at standa á. Útbúgvingin er gjørd soleiðis, at tú kanst taka hana upp á hálva tíð um kvøldið, tí vil eg gjarna eisini gera hana lidna. Tí verður tað bara ein løgtingssessur fyri fyrst.

Beinir Johannesen metir tó, at tað er ikki heilt ómøguligt, at tað verða ung fólk at síggja millum landsstýrisfólkini í framtíðini.

 

 

Ungmannafelagið stóran týdning

Tað hevur greiðar fyrimunir at vera valevni fyri eitt politiskt ungmannafelag. Tað gevur atgongd til tey politisku tiltøkini, ið eru fyri ung, og gevur teimum ein sterkan pall at standa á, heldur Beinir Johannesen og vísir á, at sum valevni fyri ungmannafelag hevur tú eitt heilt apparat aftan fyri teg.

Samstundis heldur hann, at tað álitið, ið ungmannafelag hansara, Huxa, hevur fingið frá móðirflokkinum, hevur nógv at siga.

- Hjá Huxa eru vit ein partur av floksleiðsluni, og vit eru á jøvnum føti við hini lokalfeløgini. Upp á tann mátan fáa vit sagt okkara hugsan eins og øll onnur lokalfeløg, sigur Beinir Johannesen og leggur aftrat, at hetta hevur við sær, at tað er lættari at fáa ung upp í politikk uttan um lokalfeløg.

 

Gjørdist pláss fyri teimum ungu

Tað er ikki av tilvild, at valið hesaferð gav fýra tingfólk undir 30 ár, heldur Beinir Johannesen.

- Ein partur er tað, at nógv stillaðu ikki uppaftur, sum hava sitið á tingi. Av tí sama gjørdist pláss fyri nýggjum fólki. Tað hevur givið okkum ein stóran møguleika at sleppa inn. Samstundis hevur tú sum ungdómsvalevni ein nokk so stóran pall at standa á í dag, og tí er lættari at røkka vítt og koma út á nógv støð. Tað hevur eisini hjálpt.

Beinir Johannesen heldur ikki, at tað er avgerandi at hava ung fólk á tingi og vísir á, at í einum fólkaræði velur tú tann, ið tú heldur umboðar teg best. Ung tingfólk hava tó betri innlit í viðurskifti hjá øðrum ungum, og á tann hátt er lættari hjá teimum at umboða tey á tingi.

Hinvegin er ein aldursbólkur, ið ikki er serliga væl umboðaður, heldur Beinir Johannesen.

- Tað er kanska serliga aldursbókurin frá 30 og upp til 50 ár, ið ikki er so væl umboðaður, og tað er ein góður spurningur, hví júst so er. Men soleiðis er fólkaræði, og fólk hava valt tey, ið tey halda umboða seg best.

 

Pengar ikki avgerandi

Nógv valevni brúka nógvan pening undir valstríðnum, men tað er ikki avgerandi fyri, um hvørt tú sleppur inn um tinggáttina ella ikki. Beinir Johannesen vísir á, at har vóru nógv valevni, ið ikki komu inn, hóast tey vóru farin djúpt í lummarnar fyri at reka valstríð.

Sjálvur hevði Beinir Johannesen spart eitt sindur upp til valstríðið, men í heila tikið heldur hann seg hava ført eitt forsvarligt valstríð, har veljarin legði størri dent á politiskan boðskap og tað at koma í kontakt við valevnini.

 

Ung størri ávirkan

Tað verður í størri mun neyðugt hjá politisku flokkunum at fyrihalda seg til tey ungu frameftir, heldur Beinir Johannesen.

- Tað verður ofta hugsað um at hava nógvar kvinnur á listanum, kanska eisini tí at nógvar kvinnur velja kvinnur. Og tað er møguligt, at tað sama verður galdandi fyri tey ungu - at ung velja ung.

Hetta er ikki uttan orsøk, heldur Beinir Johannesen, tí at ungir veljarar eru ein rættiliga stórur málbólkur.

- Eg trúgvi eisini, at flokkarnir fara at leggja størri dent á at fáa ung fólk á listarnar. Eg trúgvi, at ung tingfólk eru komin fyri at vera, sigur Beinir Johannesen.