Ung mamma, hevur tú ein dreym?

Bjørghild Djurhuus
-----

Hetta var yvirskriftin á eini verkætlan í Tórshavn fyrst í 90'inum undir Ung í Arbeiði.
Eg var so heppin at sleppa at verða verkætlanarleiðari í nevndu verkætlan, sum var ætlað til ungar mammur, sum vóru einligar og ikki høvdu nomið sær nakra útbúgving.
Uppgávan hjá mær var at stuðla, íverkseta og geva íblástur. Somuleiðis at menna og styrkja dagligar avbjóðingar, matgerð, reingerð, uppaling, fíggjarligar trongstøður o.a.
Alt hetta gjørdist veruleiki í tøttum samstarvi við sosialu deild í Tórshavn, og haldi eg, at hetta var ein gevandi, áhugaverd og góð verkætlan, sum veruliga gjørdi mun hjá fleiri av teim mammum og børnum, sum vóru við. Veit, at fleiri av hesum mammum fóru undir víðari lesnað og útbúgving.
Hetta er bert eitt dømi um eina verkætlan, sum var annarleiðis og somuleiðis fyribyrgjandi.
Tórshavnar Kommuna hevur so ómetaligar nógvar møguleikar, og vil eg gera mítt til, at slíkar verkætlanir aftur kunnu verða settar á dagsskrá og gera mun.