Undirvísingartíðin hjá lærarum

Sambært útvarpi Føroya pástendur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at um lærarar fara ein tíma niður í undirvísingartíð, eru føroyskir lærarar teir av lærarum í norðanlondun, ið fáa stytstu undirvísingartíð(pultstímar).

Hetta er ein pástandur, sum fíggjarmálaráðharrin eigur at prógva! Hvussu nógv er meðal undirvísingartíðin hjá lærarum í hinum norðanlondunum?

Fyri nærum tveimum árum síðan fingu vit eina nýggja fólkaskúlalóg. Lógin er meinlík donsku lógini, og har vita vit, at lógin hevði stórar broytingar við sær innan skúlagátt ? og kostaði nógvan pening at fáa setta í verk. Í Føroyum halda vit, at vit kunnu fylgja við gongdini í okkara grannalondum uttan, at tað skal kosta nakað. Her mugu okkara landsins kostnu menn ásanna, at skulu vit seta arbeiðsplássum nýggj tíðarkrevjandi krøv, má tíð fylgja við ? hetta er eisini galdandi innan landsins størsta arbeiðspláss, fólkaskúlan.(Her er tíðarkravið entá lógarkravt)

Nýggja fólkaskúlalógin er eftir mínum tykki góð, og hóskar væl til rákið, sum er innan skúlan kring allan heimin. Skúli og skúlaskapur eru partar, ið siga nakað um støði í samfelagsmenningini. Hvør minnist ikki rokið, sum stóst av kanningini, sum segði, at danskir skúlanæmingar vóru nakrir ar vánaligastu lesarum í Europa?

Skúlalógin ásetur lærarum og skúlaleiðarum nýggjar uppgávur, sum ikki er undirvísing, men samstarv, ráðgeving og ikki minst menning, og hvør kann ikki taka undir við slíkum, hetta eru rák, ið allir samfelagsstattir eru við í.

Vit mugu, og tá serliga um vit ætla okkum at verða sjálvstøðugt land, gera okkum greitt, hvat vit vilja við fólkaskúlanum ? okkara felags framtíð at frama.


Torfinn Højgaard, lærari