Undantaksstøða í russiskum býi eftir ukrainskt álop

Ukraina hevur fyribils ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um álopið, veit Reuters at siga

Undantaksstøða er lýst í russiska havnarbýnum, Novorossijsk, eftir russiskt dronuáalop. Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Ukrainska álopið skal hava oyðilagt fleiri íbúðarhús, og fimm fólk hava fingið løstir. Ukraina hevur fyribils ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um álopið, leggur Reuters aftrat.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Novorossijsk er býur inni á russiska meginlandinum.

 

Býurin liggur nakað væl sunnanfyri leiðina, har stóra brúgvin gongur út á Krim-hálvoynna, sum Russland tók frá Ukraina longu í 2014.

 

Á hesi leinkjuni sæst filmsbrot - https://www.youtube.com/watch?v=RJGQw7uUAfk