Kinna Poulsen hevur sæð leikin Lear Kongur, og hon ummælir serstaka leikin á listaportal.com.
Hon sigur m.a. um hesa leikuppliving:
Sekundini eftir leiklok er deyðakvirt í salinum. Vit sita pinnastill í sundurknúsilsi og ærufrykt av djúpu perspektivunum í leikinum, vit hava sæð. Upplivingin situr enn í kroppinum nú eg siti dagin eftir og royni at seta saman nakrar setningar, sum kunnu lýsa upplivingina.
...Við øllum mínum fyrivarni fekk eg kortini keypt tað í føroyskum høpi ikki serliga bíliga atgongumerki og tað gjørdi eg í grundini, tí eg ikki havi upplivað leiklistabólkin Det Færøsche Compagnie framføra nakað, sum ikki á onkran hátt var listaliga viðkomandi og áhugavert. Eg hevði sostatt álit á listini og tað kann mangan loysa seg. Í grundini er álit eitt aðalmál í framførsluni av Lear Kongi - tað skilja vit frá fyrsta sekundi, tá maðurin, sjónleikarin Egi Dam kemur inn á pallin haldandi um og prátandi við konu sína Biritu um hennara byrjan innan sjónleik, um stovnan av Grímu og ymiskt, sum eitt langt og ríkt sjónleikaralív hevur borið við sær, men hey, so er ein lítil fittur fívil har og minnir okkum á, at tað var eina aðrastaðni, hetta sjónleikaralívið byrjaði við leikinum Fívilin, sum Birita Mohr spældi púra sjálv. Gjøgnum allan leikini er henda sama mannagongdin brúkt, at Birita á pallinum verður mint á hvat tað er, hon í leikluti sínum sum Lear Kongur, skal siga.
......Uppsetingin av Lear Kongi spyr hvørt ein sjónleikari við Alzheimers kann spæla sjónleik. Skjóta svarið er nei, tað kann mann ikki, tí minnið er grundleggjandi fyri ein sjónleikara. Men hesin sjónleikurin letur upp fyri øðrum svarum enn teimum skjótu svarthvítu. Sjónleikur er eitt kollektivt listaslag - ivaðist tú nakrantíð í hesum, far so og hygg í Sjónleikarhúsinum.
Alt ummælið listaportal.com av hesi serstøku sjónleikaframførslu kann lesast her: Við áliti og treiskleika — Listaportal