Ummælari: Melodi Grand Prix eigur at fara í ommu sína

Melodi Grand Prix er eitt sera søguligt fyribrigdi í Danmark, tí líka síðani 1957 hava danir nærum hvørt ár skipað fyri Melodi Grand Prix, og verður hetta gjørt fyri at finna ein luttakara at umboða landið í Eurovision Song Contest.

 

Men eingin ivi er um, at tíðirnar eru broyttar nógv síðani Melodi Grand Prix byrjaði í Danmark, og í dag fáa danir eitt nú tónleikaundirhald frá X-Factor, The Voice, og øðrum líknandi kappingum.

 

Fleiri ummælarar í Danmark hava víst á, at Melodi Grand Prix hoyrir fortíðini til, og tí eigur at vera avtikið.

 

Tónleikaummælarin Sørine Godtfredsen sigur við Kristeligt Dagblad í dag, at hon heldur, at tónleikastøðið í Melodi Grand Prix er so lágt, at kappingin eigur at vera avtikin.

 

- Ein garvaður tónleikaummælari førdi fram fyri stuttum, at vit snøgt sagt eiga at avtaka Melodi Grand Prix. Góðskan á sangunum er lág, og undirhaldið er útvatnað, og tí eru vit noydd at alment avtaka kappingina. Eftir at hava sæð MGP leygarkvøldið eri eg samd við hesum, sigur Sørine Godtfredsen.