Ummælarar elska Borgen

Sendirøðin hjá DR1 um politiska lívið á Christiansborg, um strævnu tilveruna hjá forsætisráðharranum, og um tær politisku ósemjurnar millum flokkarnar, fær sera góð ummæli frá donsku miðlunum.

 

Sendingin hevur eisini fingið altjóða viðurkenning, nú hon í næstum verður víst í amerikanskum sjónvarpið.

 

Ummælarar halda, at sendingin bjóðar undirhald á høgum støði.

 

Tá ið hugsað verður um tær nógvu lættisoppasendingarnar, so sum Single Liv, De Unge Mødre, Fristed og Amalies Verden, tykjast tað sum, at ummælarar eru fegnir um, at ein

sending nú er á donskum, sum ikki snýr seg um “sex, drugs and rock&roll”, sum sagt verður av ummælarum hjá Eb.dk.

 

Sendingin er júst byrjað eftir steðg í nakrar mánaðir, og støðið tykist enn verða høgt.

 

Í øllum førum kann staðfestast, at sendingin er kærkomin hjá teimum flestu, sum eru politisk áhugaði, og kundi hugsað sær at sleppa aftur um veggirnir í Christiansborg.

 

Borgen verður víst hvørt sunnukvøld á DR1.