Við heitinum “Slóða fyri” granska vit, hvat vit hvør sær og saman kunnu gera fyri at verja umhvørvið – bæði í tí gerandisliga, men eisini yvirskipað við t.d. ikki at lata okkum lumpa av grønvasking, taka lut í orðaskiftinum um umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu og seta krøv til bæði vinnu og tað almenna.
Høvuðsdenturin verður tó lagdur á, hvussu vit saman fáa betri umhvørvisligar og burðardyggar vanar, og hvussu Tórshavnar kommuna kann slóða fyri, so tað gerst lættari hjá okkum øllum at velja grønu leiðina.
Skráin verður kunngjørd í næstum, men borgarar í høvuðsstaðarkommununi kunnu gleða seg til fyrilestrar við burðardyggu “badass” (sum hon sjálv nevnir seg) Gittemarie Johansen (@gittemary), kjak, verkstovur, filmssýning, familjudag við spíriverkstovu, klædnaumbýtingartiltak og mangt annað. Ein serlig skrá er til skúlar, miðnámsskúlar og dagstovnar, og vælumtóktu afturvendandi tiltøkini sum ruddingardagarnir, gongutúrar í náttúruni og ’Plantið eitt træ’ eru sjálvandi á skránni aftur í ár.
Sum vant verða bæði grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu og umhvørvisstuðulin handað á umhvørvisvikuni. Freistin at søkja umhvørvisstuðul er í dag, mánadagin 31. mars. Hevur tú einahvørja áhugaverda verkætlan ella eitt gott hugskot, sum kann slóða fyri einum meira burðardyggum lívshátti, er bara at søkja.
Umhvørvisvikan tekur støði í heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og í ár eru tað heimsmál 3: góð heilsa og vælferð, nr. 11: burðardyggir býir og bygdir og nr. 12: ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla, sum eru í miðdeplinum.
Kunning og skrá verður at finna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og Facebooksíðuni: “Umhvørvisvikan”.