Tíðindaskriv frá Havstovuni:
Frá at silvurfiskar fyri nøkrum árum síðani bara vóru í hendinga húsi í Føroyum, eru silvurfiskar nú at finna í nærum hvørjum húsi.
Tí hevur Havstovan gjørt eina stovnsmeting av tí føroyska silvurfiskastovninum. Endamálið við stovnsmetingini er at fáa til vega veiðutilmæli, ið er latið Fiskimálaráðnum, soleiðis at føroysk húski við silvurfiskum nú kunnu fara í silvurfiskavinnu.
Ætlanin er, at einstøku húskini kunnu søkja um silvurfiska-fiskiloyvi, og á henda hátt fáa eitt peningaligt ískoyti til húsarhaldið.