Føroyski landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin var ímóti EH Aalborg, ið má klára seg uttan Anniku Fríðheim Petersen og Lív S. Poulsen.
Tað eydnaðist Ringkøbing at vinna dystin 33-30. Í steðginum var EH Aalborg annars á odda 16-15.
Rakul hevði tvær bjargingar í teimum 13 málroyndunum, ið EH Aalborg hevði móti málinum hjá henni. Kappingarneytin, Stephanie Andersen vardi málið størra partin av dystinum.
Ringkøbing er nummar níggju í deildini við 16 stigum. Tær eru eitt stig aftanfyri liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens sum hevur 17 stig á áttanda plássinum.
Um Horsens í annaðkvøld vinnur á Silkeborg-Voel á heimavølli tryggjar Horsens sær áttanda plássið, og harvið plássið í ovara endaspælinum.