Tíðindavaktin hjá norska verjumálaráðnum, Lars Gjemble, veit í kvøld at siga, at tey seinastu 12 F-35 jagaraflogførini av tilsamans 52, sum Noreg skal hava, nú eru á veg til Noregs.
Væntandi koma flogførini til Noregs innan tveir dagar.
- F-35 er heimsins besta stríðsflogfar, og eg eri sera væl nøgdur við, at vit nú fáa tey seinastu av tilsamans 52 flogførum, sum vit hava bílagt, sigur Lars Gjemble.
Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, sigur, at F-35 flogførini trygga, at Noreg fær eitt enn betri eftirlit yvir norskum øki, bæði á landi, sjógvi og í luftini.
##med2##
Sambært upprunaligu ætlanini skuldu øll flogførini vera latin í 2024, men vegna seinkingar koma tey seinastu 12 flogførini ikki fyrr enn nú, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.