Námsfrøðiligt eftirlit framt við 10 tilboðum hjá Almannaverkinum

Námsfrøðiligt eftirlit nú er framt við 10 tilboðum hjá Almannaverkinum.

Talan er um hesi tilboð:

 

•    Bú- og viðgerðarstovnurin á Jústabrekku

•    Sambýlið og Búfelagsskapurin á Mýrini

•    Sambýlið á Blikagøtu

•    Sambýlið og Búfyriskipanin í Stoffalág

•    Sambýlið við Sílá

•    Mýrisóljan

•    Verkstaðið á Bakka

•    Frítíðartoymi á Tinghúsvegnum

•    Frítíðartilboðið á Høgabóli

•    Klubbtilboðini á Tinghúsvegnum

 

Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboð og tænastur virka sambært ætlan og virkisætlan, at húsfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur, trívast og mennast, at hølisviðurskifti eru hóskandi, og at fakliga støðið hjá starvsfólkunum er nøktandi.

 

Námsfrøðiligt eftirlit verður framt við heimild í § 69 í almannalógini og kunngerð nr. 226 um námsfrøðiligt eftirlit. Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið stendur fyri eftirlitinum. Í 2024 varð avtala gjørd við Menning.info við Jóhannesi Miðskarð, ph.d., um at fremja eftirlitið.

 

Eftirlitið hesaferð varð framt í november og desember 2024, og frágreiðingarnar vórðu latnar Almanna- og mentamálaráðnum í mars 2025. Frágreiðingarnar eru nú sendar avvarðandi pørtum.

 

Ein samandráttur av eftirlitsfrágreiðingunum fyri 2024 og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum til tilmælini frá eftirlitinum kunnu lesast á HER.