Umhugsa elkaðal til meginlandið

Innan tvey ella trý ár fara íslendingar at taka støðu til, um teir skulu leggja ein elkaðal inn á evropeiska meginlandið - fram við Føroyum

Ein kanning, sum bleiv gjørd fyri tveimum árum síðani, staðfesti, at tað er búskaparliga skilagott at leggja ein elkaðal úr Íslandi inn á meginlandið, og nú hevur ein nýggj kanning víst, at tað er uppaftur skilabetri nú enn tá.

Á einari ráðstevnu hjá íslendska verkfrøðingafelagnum nú um dagarnar hevði elfelagið Landsvirkjum fýra uppskot um, hvar á evropeiska meginlandinum kaðalin skal koma upp á land. Eitt uppskot er, at hann skal upp á land á vestursíðuni á Skotlandi. Ein tílíkur kaðal verður 1.000 kilometrar langur. Eitt annað uppskot er at leggja hann til skotsku eysturstrondina, og tá verður teinurin 1.170 kilometrar. Tað triðja uppskotið er at leggja hann heilt til niðurlendsku strondina, og so verður hann 1.900 kilometrar langur. Fjórða uppskotið er at leggja kaðalin til Noregs. Tá verður teinurin 1.250 kilometrar.

Í Íslandi hevur verið eitt sindur av orðaskifti um hugskotið at selja londunum inni á meginlandinum elorku, tí summi stúra fyri, at tað fer at avmarka møguleikarnar fyri ídnaðarútbygging í Íslandi. Men á ráðstevnuni hjá verkfrøðingunum segði stjórin í Landsvirkjun, Hörður Arnarson, at ætlanin er bara at senda avlopsstreym inn á meginlandið.

Stjórin bað íslendingar hugsa um málið, so støða kann takast um tvey ella trý ár.